Endurnýggjað ISO-góðkenningina

Bilasølan P/F Ivan Bilar við Hoyvíksvegin hevur endurnýggjað ISO-góðkenningina og fingið nýggja heimasíðu

P/F Ivan Bilar er framvegis einasta ISO góðkenda bilasøla í Føroyum. Hósdagin 11. desembur 2008 var Det Norke Veritas (DNV) á gátt hjá Ivan Bilum, fyri at eftirkanna og gjøgnumganga góðskuskipanina.


Tá starvsfólk saman við umboðnum hjá DNV høvdu gjøgnumgingið skipanina í slakar 8 tímar kundi staðfestast at góðskustøðið hjá einastu ISO góðkendu bilasøluni í landinum er støðugt og enntá hækkandi á fleiri økjum.


Árliga certifiseringin


Sum partur av DS/EN ISO 9001:2000 góðskuskipanini hjá Ivan Bilum, skal ein gjøgnumgongd av skipanini gerast minst einaferð árliga. Henda var sum áður nevnt hósdagin 11. desembur 2008.

Tað er altíð ein spennandi og ikki sørt gevandi dagur, tá góðskuskipanin verður gjøgnumgingin. Hetta setur krøv bæði til starvsfólk og fyritøkuna sjálva, og kemur í síðsta enda viðskiftafólkunum til góðar. Úrslitið av certifiseringini vísti heilt greitt at Ivan Bilar nýtir góðskuskipanina í gerandisdegnum, og at hetta speglast aftur í teimum mannagongdum sum eru galdandi.


Tað er eingin ivi um, at ISO skipanin hevur týdning bæði fyri leiðslu, starvsfólk og okkara viðskiftafólk. Leiðsla og starvsfólk eru sjálvandi áhugaði í skipaðum viðurskiftum – og viðskiftafólkini eru kundar hjá einari fyritøku sum nýtir góðskustøði sum ein avgerandi “lykil” í kundasamskiftinum. Hetta setur krøv, men við krøvunum fylgja úrslit – og tað ger so heldur einki um kundin hevur tað trygdina at tænasta og góðska eru í hásæti har bilurin verður keyptur.


P/F Ivan Bilar, í hevur 23 fólk í starvi, er framvegis einasta ISO góðkenda bilasølan í landinum.