Leygarkvølidð kl 19:30 ber til at enduruppliva, hvussu tað var, tá sjórænarar komu til Vágar. Tiltakið verður í neystinum hjá Miðvágs Róðrarfelag Jógvan Ravnsfjall fer at greiða frá sjórænaratíðini og søguligum brotum.
Trupult er at ímynda sær, hvussu okkara forfedrar hava havt tað við at liva í einum støðugum ótta fyri sjórænarum.
Í Miðvági eru ikki færri enn eini fimm støð, har vit við vissu vita, at bygdarfólkið hevur fjalt seg. Somuleiðis finnast fleiri støð í hinum bygdunum, har fólk fjaldu seg.
Lutur, sum allarhelst stavar frá sjórænarunum, verður sýndur fram, og forvitnisligur dokumentarfilmur úr Vágum er gjørdur.
Víst verður á stórskíggja frá goymistøðunum, sum enn týðuliga síggjast.
Okkurt av hesum støðum er sera áhugavert og ókent av teimum flestu.
Møguligt orðaskifti um sjórænaratíðina verður eftir framløguna.
Aftaná verður farið niðurundir ímillum bátarnar at eta turran fisk, spik og epli, sum nokk var høvuðsmáltíðin tá í tíðini - og kaffi omaná
Jens Eli og harmonikulið fara at spæla og syngja góðar og kendar sangir.










