Endurhoyr stóra dramaið sum var á Hálsi

(Frá Rás2) Hoyr Trónd Arge siga frá dramatiska dystarendanum, tá Kyndil og VÍF leiktu javnleik 27-27

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði, tá Tróndur Arge segði frá tí seinastu dramatisku løtuni av dystinum í FTZ deildini millum Kyndil og VÍF, sum endaði við javnleiki 27-27 (17-17).

 

Seinastu løtuna var rættiligt rok við brotskøstum, reyðum kortum, og uppøstum spælarum og venjarum. 

 

Um hugt verður eftir stigatalvuni má staðfestast, at fyri KÍF var javnleikurin millum Kyndil og VÍF eitt ynskiúrslit. Norðuri í Klaksvík vann H71 29-19 (18-8) á Team Klaksvík.

 

Støðan í FTZ deildini: 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71184913979429
2KÍF184674274025
3VÍF175154397622
4Kyndil184694422721
5Neistin18450471-2117
6StÍF18482504-2211
7Team Klaksvík19400594-1941