Endurhoyr stóra brotssparksdrama´ið í Sarpugerði

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr eina snøggaða útgávu av frásøgnini hjá Tróndi Arge av minniligu brotssparkskappingini, sum sendi Víking víðari

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina snøggaða útgávu av frásøgnini hjá Tróndi Arge av teimum 10 brotsspørkunum í brotssparkskappingini í Sarpugerði í Norðragøtu, sum Víkingur vann 4-3, og harvið samanlagt 7-6 í fjórðingsfinaluni ímóti HB.

 

Vit hava klipt tað soleiðis, at fyrstu brotsspørkini ganga skjótt í ljóðfíluni, meðan drama´ið í teimum avgerandi brotsspørkunum er lýst til lýtar.

 

HB hevur ikki vunnið steypakappingina síðani 2004. Gamla metið hjá HB at vinna steypakappingina fimm árið á rað er eisini hótt. Víkingur hevur vunnið kappingina fýra ár á rað nú, og kann javna gamla metið hjá HB frá 1978 til 1982.