Endurhoyr seinastu løtuna av sigrinum ímóti Ísrael

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði ta seinastu løtuna, tá Føroyar vunnu 31-25 á Ísrael

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði, tá føroyska U21 manslandsliðið vann annan HM-undankappingardystin á rað, hesaferð vunnu Føroyar 31-25 (17-16) á Ísrael. Fyrr í dag Sveis 28-26 á Finnlandi, og eru Føroyar á odda í bólki 7 við fýra stigum. Sveis og Finnland hava tvey stig. Ísrael hevur einki stig. 

 

Vit koma inn tá Hørður Trúgvason bjargar við støðuna 29-24 til Føroyar, og Áki Egilsnes løtuna aftaná skorar frá aftanfyri miðjuna við einum rimmar kasti. Tróndur Arge segði frá á Rás2, og Teitur Joensen var viðmerkjari.

 

Í morgin klokkan 17 spæla Føroyar ímóti Finnlandi. Ein sigur, javnleikur, ella eitt tap uppá minni enn trý mál sendir Føroyar víðari. Tað seinasta er tó treytað av, at Sveis vinnur á Ísrael, og eisini hevur fýra stig, tá kappingin er lokin.