TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge segði frá báðum málunum sum komu í dystinum millum Føroyar og Kosovo í bólki 3 í Nations League deild D.
Gestirnir løgdu seg á odda eftir smáum 10 minuttum, tá ið Milot Rashica við einum dreymahøggi úr 25 metrum sendi bóltin í málið til 1-0 til Kosovo. Hetta kom mestsum burturúr ongum. Føroyar stríddu seg til eitt yvirtak eina góða løtu og vann eitt nú nøkur hornaspørk, men tað gjørdist ongantíð serliga vandamikið, og støðan í hálvleikssteðginum var 1-0 til Kosovo.
Fimm minuttir inn í seinna hálvleik javnaðu Føroyar. Hallur Hansson fangaði ein bólt á miðvøllinum og sendi Gilla Rólantsson avstað. Hann sendi eitt flatt innlegg innfyri, og har var René Shaki Joensen á blettinum og sendi bóltin inn við handaru stong og javnaði til 1-1.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við málskjúttan, René Shaki Joensen.
HERber til at síggja eitt videobrot av vakra málinum hjá René Shaki Joensen.
Føroyar – Kosovo 1-1 (0-1)
0-1: Milot Rashica, 9.
1-1: René Shaki Joensen, 50.
Bólkur 3
1. Kosovo, 8 stig
2. Aserbadjan, 6 stig
3. Føroyar, 4 stig
4. Malta, 2 stig
Næstu dystir
Aserbadjan - Føroyar, 17. november
Malta - Føroyar, 20. november