Á YouTube sá tað sera gott út, og á Rás2 ljóðaði tað framúr væl, tá Tróndur Arge segði frá teimum fimm málunum, sum føroyska kvinnulandsliðið fekk í 5-1 sigrinum ímóti Luksemborg í undankappingini til HM-undankappingina, sum er í Føroyum í hesum døgum.
Royndi HB-leikarin, Liljan av Fløtum var viðmerkjari, og tí leiklutinum kom tann skilagóða Liljan sera væl frá.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði, tá Tróndur Arge segði frá teimum seks málunum, sum koma í dystinum. Í endanum av ljóðbrotinum hoyra vit Trónd Arge og Liljuna av Fløtum taka samanum føroyska avrikið.
Føroyar – Luksemborg 5-1 (3-0)
1-0: Heidi Sevdal, 7.
2-0: Eyðvør Klakstein, 18.
3-0: Ásla Johannesen, 37.
4-0: Lív F. Arge, 54.
5-0: Heidi Sevdal, 65.
5-1: Jessica Birkel, 88.
Liðið í kvøld: Anna S. Hansen – Birna Tummasardóttir, Lív F. Arge, Súsanna Maria Hansen, Maria K. Thomsen – Eyðvør Klakstein, Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal, Ásla Johannesen (78. Jónvá Hentze) – Heidi Sevdal (67. Sarita Mittfoss), Rannvá Andreasen (58. Milja R. Simonsen)