TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og frásøgnina Tróndur Arge hevði á Rás2 av teimum mest dramatisku løtunum í HM-undankappingardystinum millum Føroyar og Ungarn, sum endaði við javnleiki 0-0.
Vit hoyra løtuna, tá Hallur Hansson rakti stongina, og vit hoyra eisini løtuna, tá Gunnar Nielsen hevði eina fantombjarging ímóti dystarenda, og føroyska verjan fekk ruddað burtur.
Í ljóðbrotinum hoyra vit eisini landsliðslegendina, Jens Martin Knudsen, sum var viðmerkjari til frásøgnina hjá Tróndi Arge taka samanum føroyska avrikið og hyggja frameftir til komandi uppgávuna á Tórsvølli ímóti portugisisku evropameistarunum.