Endurgjaldið strikast

Vinnumálaráðið arbeiðir við einum uppskoti um at strika endurgjaldið til tær havnir, har skipini hjá Strandferðsluni gevast at sigla. Uppskotið, sum rakar Tvøroyri, Leirvík og Klaksvík, fer at spara landinum upp til 16,2 milliónir krónur.

Skal ein kommuna hava endurgjald, tá ein sjóvegis farleið hjá Strandferðsluni verður flutt ella niðurløgd?
Nei, heldur Vinnumálaráðið, ið arbeiðir fyri at strika endurgjaldið til kommunurnar, ið svarar til havnagjaldið í fimm ár, grundað á miðalgjaldið trý tey seinastu árini. Málið var fyri á landsstýrisfundi týsdagin, og verður nú sent út til kommunurnar til hoyringar.
- Talan er um bæði ein prinsipiellan og peningaligan spurning. Ein kann spyrja, um tað er rætt, at tað almenna, sum í síni tíð rindaði størsta partin av havnum til strandfaraskip, nú eisini skal veita endurgjald, tá farleiðir verða niðurlagdar. Harumframt er talan um, at tað almenna skal spara pengar, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.
Tøl hjá Vinnumálaráðnum vísa, at í flestu førum hevur landið rindað millum 60 og 80 prosent av kostnaðinum, tá havnir eru gjørdar til skipini hjá Strandferðsluni. Í dag er mannagongdin broytt, so landið í flestu førum ger sínar egnu havnir og ber allan kostnaðin. Dømi um hetta eru samferðsluhavnirnar á Drelnesi og á Syðradali.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum vísir á, at broytingar í flestu førum verða framdar, tí okkurt betur kemur í staðin.
- Siglingin til hesar havnir heldur uppat, tí nýggjar havnir verða bygdar ella tí at fast samband kemur í staðin, sigur Bjarni Djurholm og spyr, um tað tí er rímiligt, at tað almenna harumframt skal veita endurgjald.

Sparingar
Vinnumálaráðið hevur roknað seg fram til, at við uppskotinum kann tað almenna spara upp til 16,1 milliónir krónur. At tað ikki ber til at siga heilt neyvt, hvussu stór sparingin verður, kemst av, at Tvøroyar Kommuna hevur stevnt Strandferðsluni eftir hægri endurgjaldi enn tí, sum kommunan í dag stendur til at fáa. Harumframt hevur Vestmanna Kommuna stevnt Strandferðsluni eftir hægri endurgjaldi, men har er støðan eitt sindur øðrvísi, tí kommunan fær undir øllum umstøðum endurgjald, tí farleiðin um Vestmannasund sum kunnugt er niðurløgd.
Verður uppskotið hjá Vinnumálaráðnum samtykt, fer tað at raka Tvøroyri, Leirvík og Klaksvík, ið ikki fara at fáa endurgjald, tá sjóvegis farleiðirnar til hesi pláss ávíkavist verða flutt og niðurløgd.

Hevur skund
Bjarni Djurholm sigur, at letur tað seg gera, so verður uppskotið lagt fyri løgtingið í hesi tingsetu. Og somuleiðis hevur uppskotið um at strika endurgjaldið til kommunurnar verið við í arbeiðnum hjá samgonguni at smíða fíggjarlógina fyri 2004.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum vísir tó á, at fyrst skal uppskotið til hoyringar hjá kommununum.