Miðskeiðis í januar herjaði ódnarveðrið "Gudrun" stórar partar av Norðurevropa og kravdi 14 mannalív.
Syðri partur av Svøríki var millum tey ringast raktu økini, har "Gudrun" oyðilegði virði fyri einar 21 milliardir svenskar krónur. Eitt nú oyðilegði ódnarveðrið stór skógarøki, og tað kemur illa við í einum landi, sum hevur stóra skógar- og trævinnu. Harafturat var tað serliga óheppið, at nógvir skógeigarar høvdu ikki tryggjað skógirnar.
Í mars bað svenska stjórnin ES um hjálp, og nú hevur ES-nevndin samtykt at játta svium 768 milliónir svenskar krónur, sum skulu nýtast til at rudda skógirnar og onnur øki og til at endurbyggja teir nógvu vegirnar, sum fóru í ódnarveðrinum.
"Gudrun" gjørdi eisini vart við í Baltalondunum, og ES hevur játtað londunum góðar 100 milliónir svenskar krónur til at bøta um skaðarnar, sum ódnarveðrið gjørdi har.