Endurgjald fæst fyri urtagarðar

Neyvan vita øll, at tað ber til at fáa endurgjald frá trygging, um skaði hendir á urtagarðin.
Treytin er tó, at ein bygningsskaði er atvoldin. Tað vil siga, at um ein takpláta ella okkurt annað fýkur á ein runn ella eitt træ, ekur tryggingin við.
Men um eitt træ brotnar av vindi, fæst einki frá tryggingini.
Men er dálking hend, og eitt nú ein oljutangi lekur og ger skaða á urtagarðin, rindar tryggingin fyri skaðan.
Í mesta lagi fáast 144.00 krónur fyri skaða í urtagarði.