Endurgjørt Queen á konsertferð

13 ár eru liðin, síðan seinasta fløgan frá bólkinum Queen kom á gøtuna. Nú er bólkurin aftur savnaður og teir hava saman gjørt eina fløgu, sum teir fara á konsertferð við. - Nýggja fløgan er sera nógv øðrvísi enn gomlu Queen-fløgurnar og frá øllum tí, teir nakrantíð hava gjørt, sigur Paul Rodgers, sum fer at taka gamla plássið hjá deyða frontfigurinum Freddie Mercury.

 

Queen hevur valt at geva fløguna út og koyra konsertina undir navnið ?Queen and Paul Rodgers?, tí Rodgers ongantíð alment varð upptikin í bólkin.

 

- Eg kann ikki koma fyri Freddie Mercury, tað kann eingin, sigur Paul Rodgers.

Queen koma ikki til Danmarkar í hesum umfari, men teir fara á pall í bæði Hannover og Hamburg.