Ungmannafelagið hjá norska javnaðarflokkinum, AUF, hevur útsett arbeiðið at ríva niður kaffistovuna og pumpuhúsið á Utøya, og samstundis er gjørt av, at endurbyggingin á oynni ikki byrja fyrr enn seinnu hálvár av 2014.
AUF legði í september í fjør fram ætlanirnar fram um endurbygging á Utøya, har ikki færri enn 69 fólk blivu dripin í hópdrápinum á oynni tann 22. juli í 2011.
Nógv av teimum deyðu vóru stødd nærhendis júst kaffistovuni og pumpuhúsinum, tá Anders Behring Breivik kaldliga beindi fyri teimum.
Mong halda, at tað er ov tíðliga at gera broytingar á Utøya, tí enn hava ikki allar kenslur lagt seg eftir sorgarleikin, og tí hevur AUF eisini valt at bíða í eitt ár aftrat, áðrenn arbeiðið fer í gongd.










