Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, lovaði eina endurbygging av miðvøllunum hjá Liverpool fyrr í summar. Hon bleiv ikki heilt sum væntað, tí tað stóð ikki skrivað at Jordan Henderson og Fabinho skulu fara saman veg sum James Milner, Naby Keita og Alex Oxlade-Chamberlain.
Inn komu Alexis Mac Allister, Dominik Szoboszlai og Wataru Endo. Tað skuldi annars verða Jude Bellingham, men hann endaði í Real Madrid. Í gjár kom so fjórði og seinasti miðvallarin til Liverpool.
Talan er um 21 ára gamla Ryan Gravenberch, sum er keyptur fyri áleið 300 milliónir krónur úr Bayern Munchen. Hann er ein heldur framrættaður miðvallari, sum ikki passaði inn í spælistílin hjá Thomas Tuchel og týsku meistarunum.
Søgan sigur, at Liverpool hevur havt eyguni eftir miðvallaranum, áðrenn hann skifti úr Ajax til Bayern Munchen í fjør. Tað bleiv bara til tríggjar dystir frá byrjan í Bayern Munchen. Partarnir hava gjørt sáttmála fram til 2028.











