Endin skræddur av Molanum

Í gjárkvøldið tók eitt russiskt tangaskip í Molan, og ein betongstabbi á stívliga 80 tons varð skræddur av, umframt at endin á sjálvari keiini fekk nakað av skaða

Tað var eitt russiskt tangaskip, sum í gjárkvøldið var á veg út úr havnini, sum tók í endan á sjálvum Molanum. Har stendur vanliga ein betongstabbi stoyptur niður á. Hesin er klæddur við gummifendarum og røkkur millum tveir og fýra metrar upp um vatngangin. Betongstabbin er settur har fyri at verja fyri og minka um stoytin, tá skip sum koma úti frá, taka í Molan. Keiin og lendið innanfyri taka ímóti trýstinum.

Í gjárkvøldið var tað eitt skip, sum skuldi út frá havnini, ið tók í Molan. Og tá einki er, ið kann halda ímóti uttanfyri betongstabban, koppaði hesin á bláman, samstundis sum endin á keiini fór nakað. Álvur Kristiansen, verkfrøðingur á Havnarskrivstovuni, sigur tó, at sjálv konstruktiónin á keiini ikki fekk nakran skaða.

Betongstabbin, ið er 34 rúmmetrar og vigar stívliga 80 tons, liggur nú á havsins botni. Arnbjørn Kristiansen sigur, at nú verður ein nýggjur stabbi helst gjørdur, soleiðis at tann nú verjuleysi Molin, aftur kann taka ímóti stoyti frá skipum, ið koma ov nær.