Endiliga vann KÍ steypið

Í fjórðu royndini eydnaðist tað KÍ-kvinnunum at vinna steypafinaluna, tá tær aðru ferð innan eina viku megnaðu at basa HB

Jákup Mørk


HB-KÍ 0-2 (0-0)


Í fagrasta veðrið varð fyrra av teimum báðum steypafinalunum blást ígongd sunnudagin.

Kvinnurnar úr Klaksvík komu til Havnar, við vón um at tað endiliga skuldi eydnast teimum at vinna steypakappingina. Tríggjar ferðir áður høvdu tær verið í hesi støðu, men hvørja ferð vóru tær farnar av vølli sum taparar.

Nærmast vóru tær helst, tá tær í fjør máttu lúta fyri HB eftir umdyst, men hetta skuldi ikki verða í ár.


Styrkurin varð av ongum

KÍ hevur helst í løtuni sterkasta kvinnulið í landinum, og fyri at styrkja enn meira um hópin, varð gjørt av leiga Hillerød áleyparan, Lisbeth T. Hansen, til henda eina dystin.

Styrkurin varð tó av ongum. Flogfarið við danska leikaranum lendi í øllum góðum, og sostatt hldu tey í Klaksvík, at alt stóð væl til. Tað vísti seg tó, at tær høvdu gloymt at tikið hædd fyri onkrari grein í ásetingunum hjá FSF. Fyri at fáa spæliloyvi, skal leikari nevnliga vera fastbúgvandi í Føroyum, og tískil fingu klaksvíksgenturnar als ikki gjørt nýtslu av ætlaða styrkinum.

HB hevði hinvegin styrkt nakað um sín leikarahóp. Fyrrverandi liðskiparin, Eyðvør úr Dímun, var nevnliga komin heim úr Danmark, og bæði leikliga og sálarliga mundi hetta styrkja um vónirnar hjá HB fyri enn einum steypasigri.


Stórur munur

Hvussu var og ikki við teimum styrkunum, sum liðini bæði ætlaðu sær, so er einki at taka seg aftur í, at KÍ var stórfavorittur at vinna dystin.

Fyri viku síðani hølvaðu tær HB sundur og saman, og hóast trivaligi 8-0 sigurin í stóran mun var grundaður á tað sannroynd, at einans 10 havnargentur vóru komnar til Klaksvíkar, so mundi hetta vera ein góð sálarlig barlast hjá KÍ sunnudagin.

Tað tóktist eisini greitt, tá dysturin byrjaði, at KÍ mest sum ætlaði at gera bart beinanvegin. Fyrsta korterið var bólturin so at siga ikki at síggja á KÍ hálvuni, tí KÍ trýsti og trýsti alla tíðina.

Trýstið kastaði tó einki mál av sær, og spakuliga byrjaði HB at koma betri við í spælið. Tær høvdu tó ógvuliga torført við at fáa veruliga glið á spælið, tí klaksvíksgenturnar ansaðu væl eftir, at serliga Annika og Eyðvør ikki fingu frið til nakað sum helst. Mest eyðsýndi HB leikarin var helst Eyðfríð Christiansen, sum úr vinstru síðu fleiri ferðir royndi at koma fram við.


Ragna slapp væl

Tað einu ferðina átti ein av hesum royndunum helst at viðført reytt kort til verjuskiparan hjá KÍ, Ragnu Andreasen, men hon slapp við gulum.

Hevði talan verið um reytt, kundi dysturin ivaleyst fingið eina aðra gongd, men alt tílíkt tos verður bara til hypotesur.

KÍ var snøgt sagt nógv betri. Sum sagt, so fingu tær fatur á tí mesta á miðvøllinum, og hóast talan ikki gjørdist um teir stóru møguleikarnir, so tóktist alla tíðina at vera bit í álopinum. Tað var tó ein dyggur smeitur, tá Malena Josephsen noyddist út móti endanum av fyrra hálvleiki. Tíðliga í dystinum rendi hon saman við HB málverjanum, men hon megnaði tó at halda á okkurt um hálvan tíma, og hevði eisini ein góða roynd móti málinum.


Broyting gav úrslit

Fyrra hálvleik hevði KÍ venjarin gjørt av, at Rannvá Andreasen skuldi gera um seg á miðvøllinum, har hon mest hevði til uppgávu at ansa eftir Eyðvør úr Dímun.

Hetta tóktist kanska eitt sindur løgið, tí í veruleikanum var hetta størsta forðingin fyri, at KÍ kundi fáa veruligt glið á álopsspælið.

Seinna umfarið varð broytt, soleiðis at Rannvá nú var nógv meira álopssinnað, og beinanvegin sást, at nú kom nógv meira broddur í álopið.

Tá málið kom, stóðst hetta tó av uppsælið í vinstra borði, og ikki høgra, har Rannvá gjørdi um seg. Una Olsen hevur í vetur víst, at hon hevur skjótleikan til at gerast ein góður hondbóltsvongur, og sunnudagin prógvaði hon, at tað sama er galdandi í fótbóltinum.

Eitt sindur heppi fekst bólturin inn um HB verjuna, og eingin av teimum reyð/svørtu fekk fylgt við Unu, sum smekkaði til. Annika í HB málinum fekk hálvavegna, men bara hálvavegna, vart fyri, og spakuliga rullaði bólturin seinastu leiðina inn í málið.


Dovnaði

Einki er at ivast í, at leiðslumálið var fult uppiborið, líkt var eisini til, at hetta i roynd og veru avgjørdi dystin.

KÍ-genturnar tóktust nøgdar, nú tær vóru á odda. Rannvá varð aftur flutt longur aftur á vøllin, og yvirhøvur royndu tær nú sum mest at verja leiðsluna, fyri síðani at leggja dent á mótálop.

Tað løgna var, at fortreytirnar fyri slíkum als ikki gjørdist betri, nú tær vóru á odda.Hóast aftanfyri, so helt HB framvegis fast um verjukenda útgangsstøðið.

Móti endanum av dystinum fullu KÍ leikararnir tó nakað langt aftur á vøllin, og nú byrjaði HB so spakuliga at nærkast málinum. Tað hjálpti eisini, at Eyðvør Thomsen, sum als ikki er komin fyri seg eftir skaðan, varð skift út, so Maria Johnsson slapp longur fram á vøllin.


Vórðu revsaðar

Bæði verja og miðvøllur hjá HB dittaðu sær nú longur fram á vøllin, men við eitt var brádliga liðugt.

Rannva Andresen, sum hevði roynt okkurt gjøgnumbrot áðrenn, setti nevnliga eitt virðiligt punktum fyri finaluna.

Miðskeiðis á HB hálvuni fekk hon fatur á bóltinum, og eftir at hava drigið framvið allari HB verjuni, bankaði hon bóltin flatt við handaru stong, uttan nakran sum helst møguleika hjá Anniku Hansen í HB málinum.

Tá vóru kanska einir tveir minuttir eftir at leika, og seinastu løtuna var sostatt eingin ivi um, at steypið endiliga skuldi til Klaksvíkar at verða í øllum førum eitt ár.


Uppiborið

Eftir dystin helt Leivur Hansen, borgarstjóri í Havn, røðu, har hann, umframt at handa steypið, eisini ynskti KÍ tillukku við sigrinum.

Skemtiliga tók hann fyri, at hann so at siga varð snýttur at halda røðu, tí hann roknaði við, at tá hann varð biðin, so mundi tað vera, tí HB skuldi fara at vinna finaludystin.

Hann legði tó afturat, at tað uttan iva var uppiborið, nú tað ístaðin gjørdist KÍ, sum fór við steypinum, og starvsfelagin í Klaksvík, Jógvan við Keldu, var eisini púra samdur við Leivi í hesum.

Teir høvdu eisini rætt í hesum, borgarstjórarnir. KÍ var betra liðið í finaludystinum, og hóast HB royndi at muta nakað ímóti eina løtu, so tykist tað í løtuni soleiðis, at hetta ikki verður einasta steypið, sum skal til Klaksvíkar í ár.


Finalan í steypakappingini hjá kvinnum

HB-KÍ 0-2 (0-0)

0-1: Una Olsen

0-2: Rannvá Andreasen


Dómari: Kim Ejdesgaard


HB:

Annika Hansen ? Maria Johnsson, Brynhild Absalonsen, Silja á Borg, Fríða Petersen ? Eydna Skaale, Annika Godtfred, Eyðvør úr Dímun, Eyðfríð Christiansen, Lotte K. Sørensen, Eyðvør Thomsen


KÍ:

Paula Sjóstein ? Paula Mikkelsen, Ragna Andreasen, Annelisa Justesen ? Jensa Sirdal, Bára Skaale, Rannvá Andreasen, Petra Sjóstein, Una Olsen ? Malena Josephsen