Endiliga vann Frem

Andrew av Fløtum var einsamallur føroyingur á liðnum hjá Fremad Amager, sum fekk málleysan javnleik ímóti Johan B. Hansen og Horsens

DANMARK 1. DEILD

Eftir at tað leingi ikki hevur roynst serliga væl hjá Frem, eydnaðist tað í vikuskiftinum at vinna sannførandi sigur. Jón Rói Jacobsen og liðfelagarnir vóru í Ølstykke, og har vunnu teir 4-0. Frem hevur seinastu umførini havt trupulleikar at fáa mál. Tað høvdu teir ikki hesa ferð. Í 9. minutti fingu teir hol á, og so var tað ikki spurningur um, hvør fór at vinna, men hvussu stórur sigurin hjá gestunum fór at verða.
Jón Rói Jacobsen var allar 90 minuttirnar í miðverjuni, sum sambært donsku miðlunum var sera sannførandi.
Fremad Amager var í Horsens, har slagið millum føroysku útisetafeløgini endaði við málleysum javnleiki. Tað vóru teir í Fremad Amager væl nøgdir við. Horsens eigur eitt gott lið, sum verður roknað millum tey, ið fara at stríðast um uppflytingina.
Andrew av Fløtum var einsamallur føroyingur á liðnum hjá Fremad Amager. Hann var við allar 90 minuttirnar.
Jann Ingi Petersen varð skaddur undir venjing fríggjadagin. Hann fekk eitt hornaflagg í eygað. Teir vóru rættuliga kløkkir og føroyski miðvallarin varð í skundi fluttur á sjúkrahús at kanna, um eygað hevði fingið skaða. Tíbetur vísti tað seg ikki at vera so galið. Jann Ingi skal binda frið í tíggju dagar.
Púra óvæntað eru HIK og Vejle á uppflytingarplássunum. HIK vann 2-1 í Sønderborg ímóti Sønderjyske, og Vejle vann 4-3 á útivølli móti B93. Tá ein minuttur var eftir av vanligum leiktíðini var B93 frammanfyri við tveimum málum!
Horsens er á triðja plássi við 14 stigum. Frem hevur 12 stig, og Fremad Amager hevur 11 stig. Sunnudagin skal Fremad Amager spæla á heimavølli ímóti B93. Frem skal í annaðkvøld í spæla ímóti AB og sunnudagin móti Sønderjyske.