- Endeliga streyma fólk inn at síggja fantastiska bygningin, sum hevur staðið so loyndarfullur í so langa tíð, segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, fyri løtu síðani, tá ið hon vegna Landsstýrið helt røðu og somuleiðis handaði gávu til skúlan.
- Eitt nýtt tíðarskeið í Føroya skúlasøgu tekur skap. Tað hevur tikið sína tíð og kravt sítt stríð, men í dag kunnu vit siga, at tað var tað vert, segði Rigmor Dam og spurdi, um skúlin ikki er einastandandi at líta á.
Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverk helt eisini røðu fyri løtu síðani. Hann segði millum annað, at Landsverk hevur havt 31 byggifyritøkur, 11 fyritøkur innan innbúgv og 7 reingerðarfyritøkur í toyminum at byggja Glasir.
Hann greiddi í røðuni frá, at í stóra byggjarínum hava ymiskar avbjóðingar, sum vera man, verið. Eitt nú var ein roknifeilur, sum leiddi til, at berandi konstruktiónir máttu roknast á nýggjum. Stjórin nevndi millum avbjóðingarnar, at arbeiðssteðgur hevur verið, at mál hava verið í Gerðarættinu og tað er eingin loyna, at trupulleikar hava verið millum partar í byggjarínum og tí takkaði Ewald Kjølbro teimum fyritøkum, sum traðkaðu til, tá ið harðast leikaði á.
Sí myndirnar av Glasi undir greinini her.