Fyri fyrstu ferð í fimm ár hoyra vit nú nýggjar tónar frá Teiti.
Í síðstu viku kom staklagið Sara frá komandi útgávuni I Want To Be Kind út á talgildu tónleikatænastur so sum Spotify og iTunes.
Ok, okkurt hava vit hoyrt til hann. Hann hevur skrivað sálmar til donsku sálmabókina og gav í 2016 út fløguna Confessions saman við amerikanska tónasmiðjinum Nico Mulphy.
Umframt at sleppa fyrsta staklagnum er Teitur farin á konsertferð í Danmark, og sambært danska blaðnum Gaffa er stórur áhugi eftir at hoyra føroyska skaldið. Aftaná konsertirnar í Danmark gongur leiðin til Týsklands. Í summar fáa føroyingar høvi at hoyra sangirnar á Gøtusandi, tá Teitur luttekur á G!
Hoyr fyrsta staklagið Sara her (krevur Spotify).









