Enskur fótbóltur
So bleiv tað staðfest, sum vit bara hava bíðað eftir í fleiri vikur: Chelsea er enskur meistari anno 2005. Mourinho?sa menn hava ligið á odda í deildini í nógvar mánaðir og kunnu endiliga draga andan lættari, eftir at sigurin varð fingin í hús leygardagin.
Mótstøðuliðið var Bolton, sum hevur UEFA Cup pláss at verja, og tí hevði nógv at spæla fyri. Chelsea spældi við eini sterkari manning, hóast Champions League hálvfinalan er á skránni týsdagin.
Tað var stóri leikarin hetta kappingarárið, Frank Lampard, ið gekk á odda í hesum sigrinum. Fyrst sleit hann seg leysan av verjuni og legði Chelsea miðskeiðis í seinna hálvleiki. Síðani sló Lampard sigurin fastan, tá eitt korter var eftir. Hetta var samstundis hansara átjanda mál í øllum kappingum í hesum kappingarárinum. Hetta er eitt óvanliga høgt tal fyri ein miðvallarspælara.
Frank Lampard er eisini valdur til ársins leikara av áskoðarunum hjá Chelsea, eftir at John Terry varð valdur av sínum arbeiðsfeløgum í Premier League.
Bolton svaraði aftur við at leggja trýst á Chelsea, men við John Terry og málverjanum Petr Cech á odda helt verjan tætt, sum ikki einaferð.
Bolton stríddist manniliga, og tað var eitt sindur óuppiborið hjá teimum at tapa 2-0 í hesum dystinum. Men Chelsea er eitt lið av vinnarum, og tað vístu teir sanniliga leygardagin.
United fekk stórsigur
Manchester United eltir nú annaðplássið, sum Arsenal situr á í løtuni. Og tað var eitt sannførandi United-lið, sum fór á vøllin á útivølli ímóti Charlton, ið ikki hevur nakað serligt at spæla fyri.
4-0 gjørdist úrslitið, eftir at støðan hevði verið 2-0 í steðginum. Hetta var eitt kærkomið høvi hjá leikarum, sum vanliga ikki eru í byrjunaruppstillingini, at gera vart við seg. Darren Fletcher og Alan Smith fingu hvør sítt mál, meðan Paul Scholes og Wayne Rooney skoraðu hini bæði.
Nú er United bert eitt stig aftanfyri Arsenal, sum tó hevur ein dyst til góðar. Hann verður spældur í kvøld, mánakvøld, tá Arsenal skal á vitjan hjá West Bromwich Albion, sum berjist fyri at varðveita plássið í deildini. Tí kann Arsenal vænta ein harðan dyst.
Everton og Liverpool snávaðu
Everton og Liverpool dystast í løtuni um fjórða plássið, sum eftir øllum at døma fer at geva atgond til Champions League.
Men í løtuni er óvissa um málið. Trupulleikin er, at England bert hevur fýra pláss í Champions League. Um tað skuldi hent, at Liverpool vinnur Champions League, men samstundis endar á fimta plássi í heimligu kappingini, so eru teir ikki sjálvskrivaðir í Champions League komandi ár.
Vinnarin av CL sleppur nevniliga ikki automatiskt við aftur í kappingina árið eftir. Tí kann tað henda, at vinnarin av Champions League ikki fær høvið at verja heitið.
Hetta er hent fyrr, tá Real Madrid vann Champions League fyri nøkrum árum síðani, men samstundis endaði á fimta plássi í heimligu kappingini. Tá gjørdi spanska fótbóltssambandið av, at Real Madrid skuldi fáa tað fjórða Champions League plássið frammanfyri Real Zaragoza, sum endaði nr. 4.
Tí liggur avgerðin hjá enska fótbóltssambandinum, um Liverpool vinnur Champions League og endar á fimta plássi. FA hevur boðað frá, at teir bíða við at taka avgerðina, inntil hálvfinalan millum Liverpool og Chelsea er avgreidd.
Everton spældi ímóti Fulham á útivølli, og tað endaði við 2-0 tapi til Everton. Collins John skoraði fyrra málið, og amerikanarin Brian McBride, sum áður hevur spælt við Everton, skoraði tað seinna.
Everton spældi síðsta vikuskiftið javnt ímóti Birmingham, og taptu hesuferð fyri Fulham. Tað hevur givið Liverpool høvi at fanga Everton aftur, men Liverpool hevur ikki gjørt sær dælt av møguleikanum.
Leygardagin fingu teir bert javnleik 1-1 ímóti Middlesbrough. Slovakin Szilard Nemeth legði Middlesbrough framum fyri steðgin, men Steven Gerrard javnaði stutt eftir hálvleik. Hóast Liverpool stríddist fyri at fáa sigursmálið eydnaðist tað ikki. Liverpool hevur bert vunnið ein av teimum seinastu fimm dystunum í landskappingini.
Nú eru trý stig millum Everton og Liverpool, men Everton hevur ein dyst til góðar.
Southampton vann botnuppgerð
Ein av mest spennandi dystunum hetta vikuskiftið var á St. Mary´s í Southampton, har Norwich var á vitjan. Bæði liðini stríðast fyri at lívbjarga sær í Premier League.
Norwich legði seg annars framum við máli frá David Bentley eftir bert tríggjar minuttir, men Matthew Oakley javnaði stutta løtu seinni. Síðani kom heimaliðið framum, tá Peter Crouch skoraði. Men sjálvmál frá Danny Higginbotham gjørdi tað til 2-2.
Síðani legði veteranurin Greame Le Saux Southampton framum aftur, men aftur hesuferð svaraði Norwich aftur, tá Leon McKenzie javnaði til 3-3. Hetta var eisini støðan í hálvleikinum.
Seinni hálvleikur var ikki eins málríkur, men Southampton fekk sigursmálið, tá útskiftarin Henri Camara skoraði altavgerandi málið fyri Southampton.
Hetta lyftir Southampton uppum niðurflytingarstrikuna, men West Brom hevur ein dyst til góðar og kann tí fara framumaftur við sigri á Arsenal. Bert eitt stig skilir fýra tey niðastu liðini, og tí verður væntandi bíðað til seinasta leikdag, áðrenn alt er avgjørt.
Hitt botnliðið, Crystal Palace, megnaði at fáa ein málleysan javnleik á útivølli ímóti Newcastle.
Manchester City vann 2-0 á Portsmouth við málum frá Robbie Fowler og Sylvain Distin, og Birmingham vann 2-1 á Blackburn í einum øðrum týdningarleysum dysti. Sunnudagin vann Tottenham ein knúsandi 5-1 sigur á Aston Villa, og Spurs hava tí framvegis møguleika at vinna sær sæti í UEFA Cup komandi ár.