Metseljandi danski høvundin, Hanne-Vibeke Holst, fær í dag bókahandlaraprísin De Gyldne Laurbær. Men tað var ikki uttan bardaga Seinastu mongu árini hevur danski høvundin, Hanne-Vibeke Holst, verið ein av best umtóktu og seljandi donsku høvundunum.
Men hóast hon hevur skrivað metseljarabøkur øll vaksnaárini, skuldi hon blíva heili 50 ár, áðrenn bókahandlarnir untu henni hesa viðurkenning.
Mikil orðadráttur var í donskum miðlum herfyri av einum hjartasuffi, ella illsinnisglepsi (tað veldst um móttakaran), frá Honnu-Vibeke Holst, har hon alment fanst at danska ummælaraskaranum og mentanarelituni.
Hon var stak ónøgd við, at hon ongantíð hevði fingið nakra bókmentavirðisløn, hóast hon, eftir hennara tykki, hevði uppiborið tað. Serliga fýltist hon á, at bókahandlarnir, sum hava forvunnið milliónir av krónur við søluni av bókum hennara, ikki virdu hana somikið, at hon var skikkað til viðurkenningina De Gyldne Laurbær.
Men nú eydnaðist tað loksins.
Og tí verður hátíðarlig handan av De Gylde Laurbær á skrivstovu høvundans mitt í Keypmannahavn seinnapartin í dag.
Nýggjasta útgávan hjá Honnu-Vibeke Holst, skaldsøgan Dronningeofret, er triði og seinasti partur í røðini um kvinnur í politikki. Hendan hevur longu selt omanfyri 100.000 eintøk.
Viðurkenningin er fyri bókarøðina Dronningeofret, Kronprinsessen og Kongemordet. Tað er Boghandlerklubben, sum letur De Gyldne Laurbær, eftir atkvøðugreiðslu millum bókahandlarnar.
Saman við Leif Davidsen og Jane Aamund er Hanne-Vibeke Holst millum best umtóktu rithøvundunum í Danmark seinastu árini, skriva danskir miðlar.