Hóast tey høvdu bíðað leingi eftir matinum, stóðu fólk sinnilig og bíðaðu eftir at fáa tað, sum fall í teirra lut. Teir ungu menninir bóru matvørurnar av lastbilunum, og fólk hjá World Food Program býttu matin út.
Tey 15.000 fólkini í Eldoret eru av Kisii-ættarfólkinum, og síðani nýggjársdag hava tey fjalt seg í einum skúla og nøkrum øðrum bygningum, tí tey noyddust at flýggja undan álopsmonnum úr einum øðrum ættarbólki. Álopsmenninir settu eld á hús teirra og rændu alt, sum teir fingu hendur á.
Talsmenn hjá World Food Program siga, at í landspartinum Rift Valley har vesturi í Kenya eru umleið 100.000 fólk flýdd frá húsi og heimi undan álopsmonnum úr øðrum ættarbólkum. Reyði Krossur sigur, at umleið 250.000 kenyanar eru flóttafólk í egnum landi, og at umleið 500.000 fólk hava tørv á neyðhjálp.