Endiliga kom Kikki

Navnframi svenski sangfuglurin Kikki Danielsson skal um vikuskiftið spæla á MjúS. Kikki Danielsson er kend fyri millum annað countrytónleik og dansitónleik. Eitt tað kendasta lagið hjá Kikki er ?Bra vibrationer.? Hon hevur luttikið í svenska Grand Prixnum átta ferðir og vunnið kappingina tvær ferðir. Hetta var í 1982 og 1985.
Kikki Danielsson kom til Føroyar hósdagin, og leygardagin skal hon framføra á Sandi. Hetta er fyrstu ferð Kikki vitjar í Føroyum.
 - Tað er ilt hjá mær at siga, hvørjum tónleiki føroyingar lurta eftir, men eg spæli sera blandaðan tónleik. Vit hava millum annað country og dansitónleik á skránni, sigur Kikki Danielsson.
 - Tey ringdu úr Føroyum og spurdu, um eg vildi syngja í Føroyum her í summar. Fólk úr Føroyum hava ringt á hvørjum ári í nøkur ár, men ikki fyrrenn nú hevur tað ligið fyri, sigur Kikki, sum heldur, at tað er pent og gott at vera í Føroyum.
Kikki Danielsson hevur konsertir alt árið runt. Bólkurin hjá Kikki spælir í miðal eina ferð vikuna. Aftaná Mjús gongur leiðin hjá Kikki til Riga, har hon eisini skal spæla.