Um eina viku verður farið undir nýtt kappingarár í superliguni. Fyrstu dystirnir vera fríggjakvøldið, men AC Horsens við Halli Hansson á liðnum skal ikki spæla fyrrenn annað mánakvøld. Tá verður talan um ikki hissini avbjóðing, tí Hallur Hansson og liðfelagarnir skulu tá spæla í Parkini ímóti FCK.
Horsens Folkeblad hevur í dag samrøðu við føroyska landsliðsspælaran, sum sigur seg hava góðar vónir um, at talan fer at verða um gott kappingarár hjá liðnum, og at fyritreytirnar hjá honum at gra seg galdandi eru betri nú, enn tær hava verið tvey tey síðstu árini:
-Í hálvtannað ár havi eg verið darvaður av skaðum og pínu. Eftir tvær væl eydnaðar skurðviðgerðir er pínan burtur. Eg eri troyttur og eymur í beinunum, men tað eru allir, nú vit hava vant nógv og hart. Avgerandi er tað, at eg ikki eri darvaður av pínu, sigur Hallur Hansson millum annað í samrøðu við lokala blaðið í Horsens.
At hann er væl fyri, vónar Hallur Hansson fer at síggjast aftur í avrikunum á vøllinum:
-Eg vóni, at eg fari at verða meiri avgerandi fyri liðið, enn eg var síðsta kappingarár. Um tað verður við at skjóta mál ella at leggja upp til mál hevur ikki so stóran týdning. Tað fer at koma av sær sjálvum, um eg avriki væl. Síðsta kappingarár skoraði eg einki mál. Tað var ikki tí, at møguleikarnir ikki vóru har, men tí tað ikki eydnaðist at umseta møguleikarnar til mál, sigur Hallur Hansson.
Aðalroyndin undan nýggja kappingarárinum verður á middegi í morgin, tá ið AC Horsens fer at spæla venjingardyst í Esbjerg.