Endiliga fór Ros

Russiska fiskiskipið Ros, sum hevur ligið á Kollafirði síðstu sjey árini, loysti í gjár, tá Thor Goliath tók tað upp á sleip við kós ímóti Esbjerg.

Ros var saman við einum øðrum russiskum skipi tikið fyri at hava ólógligan fiskiskap undir Føroyum í mai 2008, men hóast fútin hevði gjørt arrest í skipinum, fingust eingir pengar, tí reiðaríið stutt eftir hetta fór á heysin.

 

Tí hevur danski ríkiskassin hesi sjey árini rindað havnargjald fyri Ros, sum hevur ligið á Kollafirði líka síðani, og talan hevur verið um einar 10.000 krónur um mánaðin. Ta fyrstu tíðina varð eisini rindað fyri streym, tí nakrir av manningini enn vóru eftir umborð á skipinum.

 

Herfyri varð skipið selt á uppboðssølu. Eitt norskt felag hevði hægsta boð upp á 100.000 krónur, men leyp frá, so tí fekk danska upphøggingarfyritøkan Smedegaarden í Esbjerg skipið sum gamalt jarn fyri 35.000 krónur.

 

- Tryggingin krevur, at tað skulu verða góðar veðurforsagnir fimm dagar fram, áðrenn farið verður undir sleipið, so tí hava vit síðstu tveir mánaðirnar bíðað eftir veðrinum, hevur Morten Smedegaard, stjóri í Smedegaarden, áður sagt við Sosialin.

 

Í gjár loysti Ros langt um leingi, og stjórin í Thor, Hans Andrias Kelduberg, roknar við, at tað fer at taka Thor Goliath eini fýra ella fimm samdøgur at sleipað Ros teir 950 fjórðingarnar til Esbjerg.