Síðani 1994 hevur hann verið tilnevndur til ein Oscar seks ferðir. Men ikki fyrrenn í nátt føroyska tíð eydnaðist tað Leonardo DiCaprio at fáa ein av hesum mætismiklu lítlu, gyltu monnunum.
Leonardo DiCaprio vann fyri sín høvuðsleiklut í filminum The Revenant. Í síni takkarrøðu tosar hann um umhvørvið og ta broyting, umhvørvið fer í gjøgnum beint nú.
- Latið okkum ikki taka hesa jørðina fyri givið. Latið okkum ikki taka nakra løtu fyri givið, segði Leonardo DiCaprio millum annað í síni vælfyrireikaðu røðu.
And the Oscar goes to….
Virðislønina fyri besta film fekk framleiðslan ‘Spotlight’. ‘Mad Max: Fury Road’ vann heili seks gyltar menn, og favoritturin ‘The Revenant’ vann til samans tríggjar virðislønir. Eina fyri bestu fotografering, besta leikstjórn og besta mannliga høvuðsleiklut, sum altso Leonardo DiCaprio fekk.











