27. umfar var leygardagin, men landskappingin er ikki heilt liðug. Koronan er orsøk til, at B36 í kvøld spældi á heimavølli ímóti Víkingi, og at B36 sunnudagin fer at spæla í Runavík ímóti NSÍ.
Í kvøld vann B36 2-0 ímóti Víkingi, sum aftur hevði Bárð á Reynatrøð í málinum, eftir at hann hevur verið skaddur í tveir mánaðir. Tapið ímóti B36 ber við sær, at Víkingur endaði á triðja plássi og eftir dystarlok fekk handað bronsukrónur, og at HB hevur vunnið silvurkrónurnar.
Sigurin ímóti Víkingi ber við sær, at B36 fer at vinna fjórða plássið, um tað í Runavík sunnudagin fer at eydnast at vinna eitt stig. Fjórða plássið fer at bera atgongd til europeiskan fótbólt næsta summar, um NSÍ ikki fer at vinna finaluna í kappingini um løgmanssteypið.
B36 sigurin í kvøld er merkisverdur á tann hátt, at hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur í ár, at tað er eydnast árstalsfelagnum at vinna fulla úrtøku ímóti einum í ovaru hálvu á stigatalvuni. Og sigurin er eisini merkisverdur við tað, at fleiri av lyklaspælarunum hjá B36 frá fyrsta bríksli sótu á beinkinum. Tað gjørdu teir, tí gult kort í kvøld hevði borið við sær, at teir høvdu verið leikbannaðir sunnudagin, tá ið talan verður um finalu um europeiska luttøku.
Fýra stuðulsspælarar vóru á beinkinum, og einki sást til Uros Stojanov. Teir á beinkinum vóru liðformaðurin og álitið í miðverjuni Andrias H. Eriksen, sum var á beinkinum alla tíðina, vongverjin í høgru Benjamin Heinesen, sum varð skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki, miðvallarin Mathias Thrane, sum varð skiftur inn tíggju minuttir eftir steðgin, og framrættaði miðvallarin Andrass Johansen, ið varð skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter.
Bjarni Petersen var miðverji, og Hákun Edmundsson, sum fyri nógv tað mesta hevur sitið á beinkinum, var verjukendur miðvallari saman við Magnus Holm Jacobsen, sum hevur verið nógv skaddur, og Andreas Thomsen var vongverji í høgru.
Í fína fótbóltsdystinum skoraði B36 tvey mál í fyrra hálvleiki, og so var tað avgjørt, at øll stigini vóru eftir á Tórsvølli.
Eftir sending frá Hákuni Edmundsson legði Hannes Agnarsson heimaliðið á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki við fínum skoti úr 17 metrum, og ein lítil hálvur tími var farin, tá ið Magnus Holm Jacobsen økti um munin til 2-0. Tað var eftir, at ein av verjuspælarunum var óheppin og gleið, so B36 miðvallarin varð leysur og trillaði bóltin í málið.
Eftir steðgin spenti Víkingur álopsbogan, og eina løtu var tað fleiri ferðir tætt við, at tað eydnaðist at minka um munin. Um tað hevði eydnast, so hevði talan verið um heilt opna uppgerð. Men tað eydnaðist ikki, og so var tað onkra ferðina tætt við, at heimamenninir øktu um munin.
B36 – Víkingur 2-0 (2-0)
1-0: Hannes Agnarsson 23.
2-0: Magnus Holm Jacobsen 29.
Dómari: Eiler Rasmussen
B36: Mathias Lamhauge – Andreas Thomsen, Lukas S. Enevoldsen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen (Mathias Thrane, 55.), Hákun Edmundsson (Benjamin Heinesen, 68.) – Hannes Agnarsson (Andrass Johansen, 76.), Ragnar Samuelsen, Bjarki C. Nielsen – Sebastian Pingel
Gult kort: Andreas Thomsen, Mattias Lamhauge
Venjari: Dan Brimsvík
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 60.), Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Jákup Johansen, Dávid Géza Turi, Noah Mneney, Olaf Bárðarson (Andreas Lava Olsen, 60.) – Sølvi Vatnhamar, Martin Klein Joensen (Ingi Jonhardsson, 60.)
Gult kort: Noah Mneney, Atli Gregersen, Bárður J. Hansen, Sølvi Vatnhamar, Aron Jarnskor Ellingsgaard
Venjari: Jóhan Petur Poulsen
| KÍ | 27 | 23 | 3 | 1 | 99 | 12 | 72 |
| HB | 27 | 19 | 4 | 4 | 87 | 22 | 61 |
| Víkingur | 27 | 18 | 6 | 3 | 59 | 27 | 60 |
| B36 | 26 | 12 | 9 | 5 | 51 | 31 | 45 |
| NSÍ | 26 | 13 | 5 | 8 | 52 | 38 | 44 |
| 07 Vestur | 27 | 8 | 4 | 15 | 36 | 74 | 28 |
| EB/Streymur | 27 | 7 | 4 | 16 | 28 | 53 | 25 |
| B68 | 27 | 7 | 4 | 16 | 33 | 66 | 25 |
| ÍF | 27 | 4 | 4 | 19 | 26 | 70 | 16 |
| TB | 27 | 0 | 3 | 24 | 17 | 95 | 3 |
Sunnudagin 7. november
NSÍ – B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 16.00











