Endiliga eydnaðist tað hjá HB

Fuglfirðingar mistu á stokkinum ímóti TB, og á Svangaskarði endaði tað eisini javnt

Tað er fagnaður í HB leguni. Eftir sjey dystir á rað uttan sigur eydnaðist tað í dag loksins HB at vinna fulla úrtøku. Tað var á Argjum, at HB vann 1-0. Einsamalli málskjúttin var miðvallarin Rókur Jespersen, sum hegnisliga setti bóltin dygst inn við nærra stólpanum, eftir at Tróndur Jensen hevði lagt út frá baklinjuni í vinstru.

 

Tá ið úrslitið millum ÍF og TB varð 2-2, er HB aftur á fimta plássi, og ÍF er á sætta plássi. Bæði liðini hava 22 stig, men málmunurin hjá HB er betri, enn hann er hjá ÍF.

Fuglfirðingar vóru ógvuliga vónbrotnir, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og TB spælararnir fegnaðust um eina stigið.

ÍF var á sigurskós, tá ið miðvallarin Kristoffur Jakobsen sá gult fyri aðru ferð, og harvið varð vístur av vøllinum. Salmundur Bech javnaði til 2-2, eftir at Albert Adu breyt ígjøgnum í vinstru og legði flatt innfyri.

Albert Adu var sera eyðsýndur, og tað var hann, sum við høvdinum legði TB framum 1-0.

Miðverjin og liðformaðurin Jan Ó. Ellingsgaard javnaði við høvdinum eftir horna, og Adeshina Lawal legði ÍF á sigurskós, eftir at Kristoffur Jakobsen hevði spælt hann leysan.

 

Toftamenn vóru á sigurskós eftir fyrra hálvleik. 1-0 leiðsluna vunnu teir sær, tá ið Andrfas Gango í Skála málinum var óheppin og gjørdi sjálvmál. B68 stríddist fyri at vinna ársins fyrsta sigur, men tað eydnaðist ikki. Skála liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen javnaði, tá ið hann úr spískum sendi bóltin í málið aftanfyri Ragnar Lindholm.

 

ÍF-TB 2-2

B68-Skála 1-1

AB-HB 0-1

NSÍ-Víkingur 4-2

B36-KÍ kl. 17.15

 

Støðan

KÍ 32

Víkingur 28

NSÍ 27

B36 26

HB 22

ÍF 22

TB 14

Skála 14

AB 9

B68 6