Endiliga eydnaðist tað hjá GÍ

1. deild: Avrikið var einki at rópa hurrá fyri, men gøtumenn fegnaðust um, at tað fyri fyrstu ferð í fimm ár eydnaðist at fáa fulla úrtøku í Runavík

NSÍ?GÍ 3?4 (0-2)


Málini boða frá, at tað var rættuliga undirhaldandi í Runavík. Og intensiteturin og dramatikkurin gjørdust ikki minni av, at tað var um reppið, at NSÍ kom afturíaftur, eftir at teir høvdu verið aftanfyri 4?1.

Trý av GÍ málunum vórðu skorað av spælarum, sum undan hesum kappingarárinum hava slitið allar sínar fótbóltsskógvar á vøllinum við Løkin. Hjá spælarunum var tað kærkomið ? serliga hjá Óla Hansen, sum skoraði fyri fyrstu ferð í landskappingardysti fyri GÍ.

Sjálvandi iðraðu tey í NSÍ seg. Bæði um at tað skuldi eydnast fyrrverandi NSÍ monnunum at gerast so eyðsýndir og serliga um, at tað enn eina ferð varð staðfest, at tað ofta er soleiðis, at úrtøkan hjá NSÍ er størri á útivølli, enn hon er á heimavølli.


Illa skipað

Grannastríð verða sjáldan minst fyri polerað bóltspæl. Uppgerðin í Runavík dýra biðjudag var einki undantak í so máta. Samanhangandi fótbóltsspæli var lítið av. Eftiransingarnar vóru tættar, nærdystirnir vóru nógvir, og tað hevði við sær, at ofta miseydnaðist tað, sum spælararnir høvdu ætlað.

Fyrra umfarið høvdu gestirnir gott tak á, og tá skoraðu teir tvey mál. Í 2. hálvleiki var tað NSÍ, sum hevði yvirtakið. Teir saknaðu leikbannaða bóltspælaran Sjúrða Jacobsen, og heilt tíðliga var Trygvi Mortensen noyddur at umskipa, tí Djóni N. Joensen fór út. Tá fór Jan Nónklett aftur á miðvøllin, og Mortan Hansen kom inn í álopið.


Deyðbóltarnir eru drepandi

Tað hevur verið sjón fyri søgn fleiri ferðir í ár, og aftur fríggjadagin varð tað staðfest: NSÍ hevur so stórar trupulleikar í sambandi við innlegg eftir deyðbóltar, at tað higartil hevur kostað teimum eini fimm mál og harvið eisini fleiri stig.

Óli Hansen setti hol á málskjótingina, tá hann við vinstra beini sendi upp undir nettakið aftanfyri gøtumannin, Rúna Joensen, í NSÍ málinum. Støðan uppstóð eftir at Magni Jarnskor hevði sent úr høgru og til handara stólpa.

Og so spældu deyðbóltarnir heimaliðnum fyrsta pussið: Magni Jarnskor sendi horna úr høgru innfyri til Helga R. Petersen, sum við vinstra beini sendi í málið.

NSÍ setti damp undir ketlarnar, tá teir beinanvegin eftir steðgin minkaðu um munin. Uppspælið í høgru var gott, Gert Langgaard spældi út frá í brotsteigin til Ian Højgaard, sum skoraði.

Men syndarligu NSÍ verjuavrikini í sambandi við deyðbóltarnar vóru ikki av. Í øllum NSÍ trýstinum sendi Pauli Jarnskor frísparksbólt frá síðulinjuni í vinstru. Bartal Eliasen, Óli Hansen og aðrir stórir GÍ arar vóru mitt fyri málinum, Rúni Joensen royndi at boksa burtur, men bólturin datt fyri føturnar á Helga R. Petersen, sum lyfti upp um málverjan.

Og tað gjørdist uppaftur verri. Pauli Jarnskor royndi aftur við frísparki úr vinstru, aftur vóru stóru menninir mitt fyri málinum, og hesa ferð slapp bólturin at sigla omanfyri málverjan og dygst undir tvørtrænum.


Spenningur kom í

Heimamenninir eiga rós fyri, at teir royndu at koma afturíaftur. Tað kostar nógv sinniliga at hava tiltuskað sær yvirvág ? sjálvt um spælið ikki var nakað at reypa av ? og alíkavæl at smokka longri niður av ítøkiligum veikleikum.

Men kortini so at siga reittu teir í NSÍ seg upp við hárinum. Teir tóku av, tá gøtumenninir tóktust at hava huganum snaraðum móti fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Innskifti Christian Høgni Jacobsen og Gert Langgaard skoraðu báðir, tá teir gjørdust leysir í brotsteiginum, men NSÍ kom ikki nærri.

Burtursæð frá í fyrsta landskappingardystinum hevur GÍ ikki taptí ár, og komandi sunnudag fáa teir nýggjan møguleika at fáa trý stig, tá teir fáa vitjan av HB. Tað kann væl fara at vísa seg, at talan verður um generalroyndina til steypafinaluna.

NSÍ, sum ikki hevur vunnið, síðani teir í fyrsta umfarinum vóru í Klaksvík, skal út at vitja grannarnar á Toftum.


NSÍ:

Rúni Joensen ? Brynjolvur Nielsen, Kári Hansen, Dánial Hansen, Jónstein Petersen ? Sonni L. Petersen, Djóni N. Joensen, Ian Højgaard, Eddie Mikkelsen ? Jan Nónklett, Gert Langgaard


GÍ:

Sunvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen, Leivur Hansen ? Magni Jarnskor, Jóan Petur Olsen, Pauli Jarnskor ? Helgi R. Petersen, Óli Hansen, Henning Jarnskor