5-MANNAFØR DREINGIR
Einasti báturin, sum sigraði í Fuglafirði, og sum ikki hevði smakkað sigursrákan í trimum teimum undanfarnu róðrunum, var dreingjabáturin úr Klaksvík. Og sigurin smakkaði teimum serliga væl.
Í trimum teimum fyrstu FM róðrunum høvdu teir kappast borð um borð við Sílið og Rituna. Havnardreingirnir vóru eina ferð farnir við sigrinum, og Ritan hevði vunnið tvær ferðir. Fípan Fagra hevði allar tríggjar ferðirnar verið næstfremst.
Í fjør gekk tað hampuligt hjá Fípu dreingjunum, sum tvær ferðir vóru næstfremstir og endaðu á triðja plássinum í FM kappingini. Í 2002 vann Fípan tvær tær fyrstu kappingarnar, men eingin av teimum, sum var við til at vinna í Fuglafirði, hevði roynt at vinna áður.
- Tá ið vit róðu á Jóansøku, rópti onkur til okkara, at vit høvdu vunnið. Vit lupu upp í bátinum, og tí kendist tað sum serliga stórt vónbrot, tá ið vit fingu almenna úrslitið at vita, sum segði, at tað vóru ikki við, men at tað í staðin vóru vinmenninir hjá okkum umborð á Rituni, sum høvdu vunnið. Tá ið tað ikki skuldu vera vit, so var tað gott, at tað vóru teir, men vit vóru ógvuliga vónbrotnir ta ferðina, og tí vóru vit ovurhonds fegnir, tá ið vit hesa ferð høvdu vunnið, sigur Jón Kámar Joensen, bátsformaður umborð á Fípuni Føgru.
Nær vóru tit greiðir yvir, at tit hesa ferð høvdu vunnið?
- Tað vóru vit, tá ið vit komu á mál. Vit fingu fínan start, og stýrimaðurin segði alla tíðina, at vit vóru fremstir. Tá ið vit vóru komnir á mál, var møguleiki hjá okkum øllum at síggja, at vit orduliga høvdu vunnið.
Allir uttan tveir umborð á Fípuni Føgru hava róð áður. Bátsformaðurin er tó tann einasti, sum er við til at manna Fípuna triðja árið á rað. Hetta er seinasta árið, at fimm av teimum sjey hava aldur at kappast við dreingjunum, og teir ætla sær at leggja nógv fyri í royndini at vinna FM. Fípan Fagra við dreingjamanning hevur ongantíð vunnið FM, síðani tað í 1973 varð farið at kappast eftir leistinum, sum síðani tá hevur verið galdandi.
Ungu klaksvíkingarnir, sum nú stríðast fyrst og fremst við teir í Hvannasundi og Norðdepli og teir umborð á Sílinum um FM, eru John Reid Ziska, Eli Mikkelsen, Evald Johannesen, Bárður Venned, Jón Syderbø, Jón Kámar Joensen og Jón Mørkøre.
Tað togaðist um eina hálva bátslongd ímillum allar teir seks fremstu bátarnar, meðan Dúgvan var orduliga aftast. Hinir vóru Fípan Fagra, Ritan, Sílið, Blikur, Drekin og Tjaldrið.
Úrslit
1Fípan Fagra04:56.03
2Ritan04:58.16
3Sílið05:00.00
4Blikur05:02.12
5Drekin05:04.02
6Tjaldrið05:05.22
7Dúgvan05:40.18