Endiliga eydnaðist hjá Neistakvinnum

Hondbóltur: Neistakvinnurnar gjørdu kraftlop á vøllinum, tá tær gjørdust greiðar yvir, at Kyndil ikki kláraði at koma afturíaftur. Sensatiónin var veruleiki og Neistin hevði fingið annan sigurin á árinum

Tað var ein øðilig frøi á Neistakvinnunum mikukvøldið. Longu áðrenn dysturin var liðugur gjørdi onkur teirra kraftlop á vøllinum fyri at vísa gleðina um at tað endiliga aftur eydnaðist at koppa grannunum úr Kyndli.

Tað er eitt sindur langt síðani, at Neistakvinnurnar hava gjørt tað, og serliga í ár hevur gingið heldur enn ikki striltið at fáa ferð á spælið.

Neistakvinnurnar hava annars gjørt sítt ítarsta til at fáa ferð á, men tað er ikki altíð, at úrslitini koma hóast viljin er til staðar.

Fyri nøkrum vikum síðani fekk Neistin styrk á liðið tá Ileana Manolescu kom úr Rumenia, men tað hava verið málsligar forðingar fyri, at Neistin hevur fingið fult avkast av íløguni frá byrjan.

Í dystinum móti Kyndli vísti hon kortini at hon - hóast hon ikki er av størstu kvinnum - er ein knassi á hondbóltsvøllinum. Hon roynist ótrúliga væl tá samanumkemur.

Hartil skal tað sigast, at hon, saman við Biritu Wardum, gjørdist besti málskjútti hjá Neistanum.


Kyndil byrjaði best

Tað var annars Kyndil, sum kom best frá byrjan. Tær løgdu seg greitt á odda, og tað tyktist ikki sum Neistin fór at klára at koma afturíaftur.

Tá umleið eitt korter var farið av dystinum var Kyndil frammanfyri við fýra málum - tær vóru á odda 7-3, men næstu 16 minuttirnir settu av álvara ljóskastarin á trupulleikan hjá Kyndli í dystinum mikukvøldið.

Hesa løtuna til hálvleiks skoraði Kyndil bara tvey mál, og tá verður torført at vinna ein dyst.

Nú skulu vit ikki bara sita og kasta Kyndli fyri, at tær ikki duga at skjóta mál, tí samstundis mugu vit eisini rósa Neistanum fyri at verja væl.

Verjan hjá Neistanum var í veruleikanum tað, sum foraði skjúttunum hjá Kyndli at koma framat.


Púra javnt í

steðginum

Tá farið varð til hálvleik var púra javnt.

Neistin hevði fingið fatur á longra endanum í fyrra hálvleiki og hevði bart seg innaftur í dystin.Serliga var tað Birita Wardum, sum hesa løtuna gjørdi um seg, tí hon skjeyt trý mál innanfyri teir seinastu sjey minuttirnar.

Eftir steðgin sá tó út til, at Kyndil hevði fatað hvat var í ferð við at henda á vøllinum. Tær byrjaðu væl í seinna hálvleiki, men eins og í fyrra kom brádliga stígur í.

Millum 11. og 21. minutt skoraði Kyndil als ikki, og frá at hava verið frammanfyri við tveimum, fóru tær afturum við trimum.

Neistin var nú omaná, og tær bardust snøgt sagt sum úlvur á skóg fyri at halda fast um vunnu leiðsluna.


Blóðið í kók

Eins og mansdysturin var kvinnudysturin ein grannauppgerð heldur enn ein vakur hondbóltsdystur.

Spennandi var tað sjálvandi at vita, um Neistin megnaði at halda fast um leiðsluna, og sum kunnugt eydnaðist tað.

Dómararnir høvdu - eisini í hesum dystinum - fleiri óhepnar avgerðir, sum fingu øði í leikararnar á vøllinum.

Móti endanum av dystinum rendi Lotte Sørensen seg inn í triðju útvísingina og hóast sigurin neyvan stóð til at bjarga, hevði tað negativt árin á Kyndlaliði seinastu løtuna av dystinum.

Hjá Neistanum vóru leikararnir fullkomiliga líkaglaðir við hvussu sigurin var komin í hús.

Tær høvdu vunnið á grannunum, og eftir eina langa oyðimarkargongd hevur Neistin vunnið tveir teir seinastu dystirnar.

Nakað er, sum gevir ábending um, at tær eru í ferð við at koam ígongd, og um so er, fáa vit at síggja tá Neistin næstu ferð tekur ímóti VÍF. Vinna tær tann dystin sær frægari út


Dysturin í tølum:

Neistin: Ileana Manolescu 5 (1), Birita Wardum 5, Katrin á Neystabø 3 Mildrid Jacobsen 2, Gunnleyg Berg 1 (1), Marjun Jógvansdóttir 1, Inga F. Danberg 1

Kyndil: Ann Hansen 5 (1), Lotte Sørensen 5 (1), Jórun Ludvig 1, Palma Petersen 1, Tina Danielsen 1, Rakul Joensen 1, Jensia Petersen 1

Brotskøst: Neistin 4, Kyndil 4

Útvísingar: Kyndil 6, Neistin 1

Diskvalifikatión: Kyndil 1

Dómarar: Dánjal Hansen og Kári Hansen