Syndarliga gongdin hjá FCK steðgaði fyribils í hvussu so er, tá teir seinnapartin sunnudagin høvdu vitjan av Vejle. FCK vann 1?0, harvið lyftu teir sær eitt sindur úr botninum, og nú er Vejle einsamalt aftast.
Niclas Jensen, vongverjin í vinstru hjá FCK, skoraði einsamalli málið í 1. hálvleiki. FCK fekk fríspark dygst uttanfyri brotsteigar samankomingina í høgru, og vinstra beingi maðurin smekkaði umvegis ein mótstøðumann í kassan.
Todi Jónsson fekk vánaligt skoðsmál, tá FCK spældi næstsíðst, og tað saman við landsliðsferðini til Føroya, sum hevði við sær, at hann ikki vandi saman við liðfeløgunum í tíggju dagar, gjørdi, at Kim Brink hesa ferð setti Clement Clifford við síðuna av Davidi Nielsen í álopinum. Thomas Thorninger er eisini ein av álopsmonnunum hjá FCK, men hann var hesa ferð á miðvøllinum, og í donskum fjølmiðlum verður sagt, at hann var frægasti maður á vøllinum.
David Nielsen, sum fekk gult kort, og Clement Clifford fáa einki serligt skoðsmál í donsku fjølmiðlunum, sum skýra dystin at hava verið ein odruligan bundskraber, sum teir taka til.
Todi Jónsson kom á vøllin, tá tað restaði eitt korter. Hann loysti David Nielsen av. Komandi mánakvøld skal FCK spæla í Brøndby. Tann dysturin verður at síggja í TV3+, og so verður spennandi at síggja, um Todi Jónsson aftur fer at vinna sær pláss í FCK álopinum.
Óli sá gult
AGF hevði heimavøll móti OB, sum tykist hava fingið eitt sindur av luft undir veingirnar, síðani Torbern Storm! gjørdist venjari. Hesa ferð megnaði OB 3-3 í Aarhus, og tað vóru teir í AGF ikki heilt misnøgdir við, tí teir megnaðu at koma framum 3-2, sjálvt um Johnny Mølby varð rikin av vølli, tá AGF var á odda 2-1.
Óli Johannesen hevur vunnið sær fast pláss í miðverjuni hjá AGF. Tað var sjón fyri søgn, tí sjálvt um hann hevði verið í Føroyum í tíggju dagar, so spældi hann allar 90 minuttirnar sunnudagin. Og nú tykist føroyski landsliðsmaðurin eisini hava funnið seg til rættis, hvat kortunum viðvíkur, tí móti OB fekk hann fyrsta gula kortið í superliguni.
Jákup í toppinum
Jákup Mikkelsen og Herfølge skuldu í gjárkvøldið klokkan seks føroyska tíð spæla sjónvarpsdyst á heimavølli móti Esbjerg. Um tað eydnaðist Jákupi og teimum at vinna, so fóru teir uppá næstfremsta plássið. AB, sum á heimavølli spældi 1-1 móti Silkeborg, hevur seytjan stig, og Herfølge kom uppá 15 stig, um teir vunnu á Esbjerg.
Komandi sunnudag skal Herfølge vitja AB í Gladsaxe, meðan AGF skal spæla á grannastadion hjá Gladsaxe. Har verður mótstøðuliðið Lyngby, sum verður á heimavølli.
Viborg hevur strítt seg frá at vera eitt lið, sum flytir millum deildirnar og til at vera eitt støðugt lið í bestu deildini. Hesa ferð vunnu teir 2-0 á heimavølli móti Brøndby, meðan tað var eitt vónbrot fyri meistaraliðið úr Aalborg, at teir taptu 2-0 á heimavølli móti Lyngby.
Ikki minst vánaligu úrslitini hjá Brøndby og AaB gera, at liðini, sum ikki hava fingið nakra serliga byrjan uppá superliguna, sum nú er sjey umfør gomul, framvegis kunnu sleppa upp í part.









