Tað endaði 2-2, tá ið næstbestu liðini hjá B36 og HB í kvøld spældu grannauppgerð í Gundadali. B36 var á sigurskós, men tá ið stóripinnur var farin meiri enn tvær ferðir runt, eftir at vanliga leiktíðin var farin, javnaði HB til 2-2. Málskjútti var Klayver Do Nascimento. Hetta er fyrsta árið, at brasilski spælarin umboðar HB. Hann hevur áður spælt við B71. Hetta var annað málið hjá honum, síðani hann flutti í Gundadal at spæla.
B36 var frammanfyri 1-0, tá ið tað var hálvleikt. Málið skoraði Heini í Skorini í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki.
Ejvind R. Mouritsen javnaði til 1-1 fýra minuttir eftir steðgin. Hetta var fyrstu ferð í ár, at 18 ára gamli Ejvind R. Mouritsen var málskjútti í næstbestu deildini.
Alex Mellemgaard legði B36 á sigurskós 2-1, tá ið 18 minuttir vóru eftir, og so var tað, at HB svaraði aftur í evstu løtu.
HB er á sjeynda plássi við 26 stigum, og B36 er áttanda plássi við 15 stigum. Tað eru fimm stig aftur til NSÍ, sum er á níggjunda plássi við 10 stigum.
Merkisvert var tað í kvøld, at 24 ára gamli Erlendur Magnusson í 57. minutti varð skiftur inn á B36 liðið. Sambært faroesoccer.com var hetta fyrsta ferðin síðani 23. juli 2020, at Erlendur var í dysti. Tann dagin fyri meiri enn tveimum árum síðani varð hann skiftur út longu í 36. minutti, tá ið HB í bestu deildini vann 2-0 ímóti B36. Síðani hevur Erlendur verið skaddur og arbeitt við at koma fyri seg aftur, og í dag var hann altso á vøllinum í ein stóran hálvan tíma.
Næsti dystur hjá B36 verður leygardagin á útivølli ímóti ÍF.
Næsti dystur hjá HB verður leygardagin á útivølli ímóti B71.