Endiliga …….. Carola!

Ummæli av jólakonsertini “Jul I Betlehem”

Victor Carlsen, skrivar Mydir: Jens Christian Nógv hava vit sæð, lisið og hoyrt um henda nógv umtalaða svenska sangfuglin, og tann sangstíl, hon hevur umboðað øll tey 25 árini hevur verið virkin. Tað var í 1983 at sangluttøka hennara við sanginum “Främling” fullkomiliga vendi upp og niður á tilveru hennara, og fram til dagin í dag hevur kristiligi sangurin verið hennara sermerki. Nógvar eru lívsroyndirnar hjá hesum úrmælingi, sum hevur megnað at hildið verkið gangandi øll hesi 25 árini, og tað skal stór styrki til, tí tað er jú ikki sum at siga tað at vera í hesi vinnuni, tí ágangurin er nógvur, og ikki minst freistingarnar kunnu fara við einum, hagar tað ikki altíð vendist aftur. Soleiðis uppliva mong tað, men Carola hevur megnað at staðið føst, tá bylgjurnar hava leikað sum harðast. Føroyavitjanin At tað nú hevur eydnast konsertfyrireikarum at fáa fatur á Carolu, er ikki minni enn ein meistaraverk, og tøkk skulu Five Star Mannagment hava fyri hetta. Væl varð fyriskipað, og konsertini var jú útseld eftir fimm døgum, so sigast má, at áhugin at hoyra hana hevur verið ovurhonds stórur. Um skipað varð fyri tveimum konsertum hevði heldur ikki bilað, men hetta má bíða til eina aðru ferð, og tað hevur Carola longu lovað, at henda Føroyavitjanin verður ikki tann seinasta. Henni dámar væl seyð, og sum eg skilti tað, hevði hon einki haft ímóti at ein seyður kundi verið við á pallinum hetta kvøldið, men hinvegin, so smakkar kjøtið jú sera væl, og so má hetta bíða til jóladøverðanheima, har seyðakjøt verður notið sum jólamatur. Jól í Betlehem Henda konsertin við hesum undirheiti var tann fyrsta av fleiri, sum fara at verða hildnar runt um í Norðanlondum komandi vikurnar. At hetta fellur inn í adventina ger heldur einki, tí við hesum tori eg at siga, at vit øll komu í tann rætta jólastemningin, sum tikið verður til. Ikki bara ein stemning, men eisini skilt soleiðis, at vit kundu seta okkum inn í sjálva hendingina til, hví vit halda jól, sum hetta kvøldið so týðuliga gav øllum eina kenslu av, bæði í sangi og handling. Bæði ljós og pallpynt vísti týðuliga at Carola tvær ferðir hevur vitjað í føðibýinum Betlehem, og hetta setti sín serstaka dám á Stuttligt var at síggja, hvussu væl skipað konsertin var, har vit nærum kronologiskt kundu fylgja gongdini sum ein ímynd av, tá Jesus varð føddur. Byrjað varð við at lítla Mirjam kom inn á pallin við ljósi í hond og sang sangin “Nú tendrast túsund jólaljós” og so kom sjálv Carola inn og sang á svenskum sama lagið. Ein sera vøkur byrjan. Vit hoyrdu eisini sangir um “Mitt hjerte altid vanker”, “Jul, jul, strålande jul”, “Kristus är kommen”, “I denne julenatt” og “Ett barn är føtt i denna dag”. Sjálv lýsingin varð endurspeglað við sjónleiki um fjósið, Mariu, Jósef og lítla barnið í krubbuni, vitjað av einglum og hirðum. Harumframt fingu vit upplestur, ið týðuliga greiddi frá tí, ið boðað var av einglinum Gabriel um føðing Jesu. Sera væl hóskandi kom sangurin, sum Carola sjálv hevur skrivað: “Himlen I min famn”. Sangurin “Drummer boy” varð sungin og vit fingu eisini frágreiðingina um henda sangin og tann týdning, hann hevur. Vit eru hvør einstakur ein Harrans tænari, sum ikki tørvar at spyrja, hvat eg kann gera fyri at geva at hjálpa mínum næsta. Hesin lívsstílur kann á ein hátt gerast okkara kærleiksmál. Hugaligt var at síggja, hvussu Carola royndi at fáa kontakt við fjøldina, og hetta gjørdi hon við at ganga oman í salin, meðan sangurin hjá Thore Ås: “En stjerne lyser så klar”, har hon síðani fekk stóran riðil av børnum upp á pallin og kundi práta við tey. Fáorðað børn, men kortini ein góð kontakt við foreldur og børn. Tá so 9-ára gamla Mirjam eftir hetta byrjaði við sanginum “Tað lítla ljós eg fekk”, kom rættuligt lív í, og eftirfylgjandi fingu vit góðar og vælkendar gospelsangir so sum, “Go tell it on the mountain”, “He´s got the whole world in His hand” og “I´m gonna keep on singing”. Tað kendist veruliga sum at Carola hevði fingið ta kontakt, hon vildi hava og rósti mannfjøldini fyri góða luttøku, tí væl varð klappað. Tað var ikki tann nógvi tónleikurin á pallininum, men heldur sera fjølbroytta klaversplið hjá Pelle sum fylti salin, so tað rungaði í, og spældi hann nærum sum eitt heilt orkestur. Sum eitt eyka ískoyti til tað tónleistarliga fingu vit eisini nógv spæl av ísraelska manninum, sum Carola hevði boðið við til hesa konsertrøðina. Tey lærdu hvønn annan at kenna, tá hon fyrr hevur vitjað í Ísrael og nú ferðast hann so við og spælir hett forkunnuga streingjaljóðførið. Jú, tað gav eisini serstaka kenslu at hoyra henda tónleikin, sum hóskaði til kóringar, av teimum fýra, ið bakkaðu Carolu upp. Føroyskt íkast Stutt frammundan konsertini kom ynski frá Pelle, ið skipaði tónleikin, um at fáa onkra føroyska luttøku. Skjótt var atborið og bæði kór og solistar luttóku. Myrna, sum eisini legði leiðina til Føroyar hetta vikuskiftið fekk samband við Vanju, sum skjótt fekk samband við royndar sangarar sum stillaðu upp eftir stuttum skotbrái, og væl má sigast verða komið burtúr. Tey sungu og fyltu væl upp, so tað var ein sonn frøi, sum altíð at hoyra. Tá seinasti sangurin varð sungin, var týðuligt, at fjøldin vildi hava meira, og her fingu vit so sangin “När himlen kom till jorden” umaftur, og so sangin hjá Thore Ås: “Velsignelsen”. Samanumtikið kann sigast, at eg fekk eina góða uppliving hetta kvøldið í Hoyvíkshøllini. Tveir tímar gingu skjótt, ja, nærum alt ov skjótt, men eg tori at siga, at øll fingu valuta fyri peningin. Heildin var góð, eins og sangurin, ljóðið og spælið samstemmaðu. Vit, sum sótu aftarlaga fingu eisini alt við. Sum eg plagi at siga tað, so er tað altíð eina tonn verri at framføra tann andaliga sangin, tí hesin er ikki bara eitt undirhald, men ein heild sum skal og kann geva framførsluni eitt innihald, sum kann ávirka langa tíð frameftir. Boðskapurin er ikki til at fara skeivur av, og kemur hann altíð at liggja eftir, og tað trúgvi eg eisini, at ein kvinna sum Carola staðiliga ynskti skuldi vera úrslitið. Hon syngur fyri at bera út boðskapin um heimsins Frelsara, ið kom at frelsa tað, ið fortapt og forkastað var. Tað var tí Hann kom, sendur av Gudi sum loysigjald fyri okkum øll. Nú er bara at líta frameftir og vænta, at tað verður kanska ikki alt ov leingi til Carola finnur vegin henda vegin aftur. Hon, eins og so mong onnur, fáa ta vælkendu Føroyasjúkuna, so hvør veit – vit hoyrast aftur.