Amerikanska rúmdarferjan Endeavour setti seg í dag á Kennedy-rúmdarstøðina í Florida eftir 16 dagar úti í rúmdini. Sjey fólk úr USA, Kanada og Japan vóru við Endeavour hendan túrin.
Tað var annars ivasamt, um ferjan kundi seta seg í dag, tí veðrið var ikki av tí besta, men seinnapartin batnaði tað so mikið, at ferjan fekk sett seg.
Nú Endeavour kom aftur, var japanski rúmdarmaðurin Koichi Wakata við. Hann hevur annars verið umborð á rúmdarstøðini ISS í meiri enn fýra mánaðir.
Tá Endeavour varð skotin út í rúmdina, duttu nøkur petti av bjálvingini, og NASA hevur gjørt av at útseta allar ætlaðar ferjuferðir fyribils.