Endeavour á seinastu ferðina

Áhugin er sera stórur, nú amerikanska rúmdarferjan Endeavour verður send út á sína seinastu rúmdarferð í kvøld. Roknað verður við, at næstan ein millión fólk verða hjástødd undir útskjótingini.

Tíðindastovurnar skriva, at longu í gjárkvøldið byrjaðu fólk at koma á bilplássið á Space View Park í Titusville í Florida fyri at tryggja sær pláss.

Millum áskoðararnar er kongresskvinnan Gabrielle Giffords, sum varð skotin í høvdið í januar, men sum slapp við lívinum. Hon fer at hyggja at útskjótingini, tí maður hennara, Mark Kelly, er ein av manningini á Endeavour.

Barack Obama, forseti, verður eisini hjástaddur.