Amerikanska rúmdarferjan Endeavour setti seg í morgun á lendingarbreytina á Kennedy Space Center í Florida eftir sína seinastu ferð úti í rúmdini. Ferjan setti seg stutt fyri klokkan hálvgum átta okkara tíð, og NASA sigur, at alt gekk sum ætlað.
Hesaferð var Endeavour 16 samdøgur úti í rúmdini, og hetta var tann 25. og samstundis seinasta hjá hesari ferjuni og tann næstseinasta hjá teimum amerikonsku rúmdarferjunum. Tann seinasta verður í juli við Atlantis.
Amerikanararnir hava havt tríggjar aðrar rúmdarferjur. Discovery var á síni síðstu ferð í mars. Tvær sprongdust í luftini, Challenger í 1986 og Columbia í 2003. 16 fólk doyðu í teimum báðum vanlukkunum.