Endaumfarið hómast

Næstseinastu dystir í innleiðandi umfarinum hjá kvinnunum vóru leiktir mánadagin. VB, HB, KÍ og B36 eru tryggjaðir luttakarar í endaspælinum, meðan NSÍ og Skála styrktu sær um støðuna a triðja plássi, sum gevur atgongd til endaspælið

Mánadagin var næstseinasta umfar í innleiðandi kappingini hjá kvinnunum leikt. Í bólki A er langt síðani avgjørt, at HB og VB fara víðari til endaspælið, meðan tað eftir dystirnar mánadagin er líkt til, at Skála verður triðja liðið úr bólki A, sum kemur í endaspælið. Tær hava vunnið flestu dystirnar móti hinum veikaru liðunum í bólki A í ár, og tær hava til tíðir spælt góðan fótbólt. Mánadagin leiktu tær móti botnliðnum Sumba og vunnu dystin sannførandi, hóast nakað tepurt, 2-0. Hálvleiksstøðan var 1-0, og týdningarmiklu málini hjá Skála skutu Elin Jacobsen og Anna Olsen.

HB spældi í vindi og regni úti á Argjum móti AB, og tær vunnu heili 9-0. Vegna ringt veður varð sera torført at leika, og tí kom tað vakra fótbóltsspælið ongantíð til sjóndar. Tá avtornaði vunnu HB kvinnurnar sum sagt heili 9-0. Eitt navn sum vit mest kenna frá hondbóltinum, Lotte Sørensen, er eisini farin at gera um seg í fótbóltinum, og hon skeyt tvey av HB málunum. Annika Godtfred skeyt heili fýra mál, meðan Gunn Muller, Maria Johnsson og Eyðfríð Christiansen allar fingu hvør sítt. HB skorar nógv mál í ár, tað er so heilt víst, men ein orsøk til góðu HB úrslitini í ár er, at tær hava eina sera góðu verju, har serliga Liljan Jespersen og Silja á Borg eru tveir sera góðir verjuleikarar.

VB var í Gøtu og leikti móti GÍ, og tær vunnu ikki serliga óvæntað 6-2. Tað hevði verið sera gott fyri GÍ at fingið stig burtur úr hesum dysti, men tað megnaðu tær ikki. Hjá GÍ skeyt ein sera vælleikandi leikari gjøgnum hetta árið, Heidi Jacobsen, bæði málini. Hjá VB fingu Guðrun í Lágabø og Rannvá Augustinussen tvey mál hvør, meðan toppskjúttin Halltóra Joensen og síðani Rini Mørk skutu eitt mál í part. Av tí at Skála vann á Sumba, er møguleikin hjá GÍ at koma víðari lítil, men næsta vikuskiftið skulu hesi bæði liðini møtast, og tá fellur avgerðin um triðja plássið í bólki A. Við einum sigri tekur GÍ seg framum Skála, meðan tað er nóg mikið hjá Skála við einum javnleiki.


KÍ vann týdningarleysan toppdyst

Í Havn var toppdystur í bólki B millum KÍ og B36. Hóast hesin dystur var spennandi og áhugaverdur, hevði hann í roynd og veru ongan týdning fyri bæði liðini og heldur ikki fyri kappingina. KÍ og B36 eru nevniliga langt síðani komin til endaspælið á ávikavist fyrsta og øðrum plássi. Men hóast tað høvdu B36 kvinnurnar so avgjørt nakað at prógva mánadagin, av tí at seinast tær møttu KÍ í landskappingini, endaði dysturin heili 9-0 til KÍ. KÍ var betra liðið mánadagin, og tær fingu tvey skjót mál, soleiðis at støðan var 2-0 til KÍ í hálvleikinum. Málini hjá KÍ skutu Viviann Bjartalíð og Malena Josephsen. Síðani høvdu bæði liðini møguleikar at fáa mál, og her var tað einamest KÍ, sum var nærri við at økja um leiðsluna, hóast B36 eisini hevði okkurt boðið. Men heilt seint í dystinum eydnaðist tað B36 at minka um munin, soleiðis at endaliga úrsliti gjørdist 2-1 til KÍ. Málið hjá B36 skeyt Guðrið Dam .

Á Sandi leiktu B71 og NSÍ, og hesin dysturin endaði 5-2 til runavíkingar. Harvið styrktu tær seg nógv um støðuna á týdningarmikla triðja plássi, sum jú gevur atgongd til endaspælið. Málini hjá B71 gjørdu Gerda Magnussen og Rannvá Sørensen, og síðstnevnda hevur ikki verið á vøllinum í tvey ár. Tað er sera illa statt við fólki suðuri á Sandi í løtuni vegna skaðar, og tað gjørdist ikki betri, tá málverjin hjá sandoyingum eisini mátti fara út við skaða.

Hálvleikstøðan í dystinum var 3-1 til NSÍ, so tað var næstan avgjørt í hálvleikinum, hvør fór avstað við sigrinum. Maibritt Olsen skeyt eitt mál fyri NSÍ, og síðani skutu Irdi Hansen og Elinbjørg Hammer tvey mál í part.

Sostatt er næstan víst, nú bert eitt umfar er eftir, at liðini ið koma at mynda endaspælið vera HB, VB og Skála úr bólki A, og úr bólki B vera tað KÍ, B36 og NSÍ. Hini liðini fara til endaumfarið fyri tey lið sum ikki komu víðari, og tað verður kallað 2. deild kvinnur.ru upplýsingar, sum eru komnir fram, eftir at tilboðini vórðu latin upp, og eftir at Landsverkfrøðingurin hevði gjørt sítt tilmæli, ið hava sannført okkum um, at J&K Petersen hevur tað besta tilboðið samanumtikið, sigur hann.

Hann vísir eisini skuldsetingini frá Meistarafelagnum frá sær, um, at við síni framferð hevur leiðslan í P/F Vágatunlinum hevur skatt umdømið hjá Byggitek.

Eitt nú verður hugsað um útalilsið um, at J&K Petersen er sterkari fíggjarliga.

? Vit hava ikki uppá nakran máta úttalað okkum negativt um nakra fyritøku.

? Júst tað, hava vit verið sera varin við. Tí hava vit brúkt orðið heildarmeting, uttan at fara í smálutir um, akkurát, hvørji viðurskifti gera seg galdandi.

? Og roknskapirir hjá feløgunum eru almennir, so teir kann ein og hvør lesa og gera sær sínar metingar av.

? Men at onnur tulkað tað negativt, kunnu vit onki gera við.


Ikki góðkent áðrenn

Men varð Byggitek ikki mett og vigað frammanundan, so at tað var ?góðkent? áðrenn tað varð boðið upp í lisitatiónina?

? Tað er tað fyri so vítt ikki. Vit fingu eitt tilmæli frá Landsverkfrøðinginum um, hvørji feløg skuldi sleppa at bjóða upp á vegirnar og tí tilmælinum fylgdu vit.

? Og tá ið tilboðini verða latin upp, vísir tað seg, at serliga tvey tilboð eru áhugaverd at koma upp á tal at gera arbeiðið.

? Talan var um tilboðið frá Byggitek og tað frá J&K Petersen.

? Tí bóðu vit tey bæði feløgini um ymsar upplýsingar og teir fingu vit.

Klæmint Weihe sigur, at tað, hann kennir til, er tað ikki óvanlig mannagongd,at kanna feløgini við teimum áhugaverdu tilboðunum nærri, tí tann, sum skal hava arbeiðið, skal veita ymsar trygdir.

? Hetta er eitt arbeiðið, sum ofta ikki verður gjørt áðrenn arbeiðini verða boðin út, tí í hesum sambandinum er tað kanska neyðugt at kanna smálutir hjá øllum feløgunum, sum bjóða, og tað er óneyðugt.

? Vit hava bara tørv á at kenna umstøðurnar hjá teimum feløgum, sum hava tey áhugaverdu tilboðini.

Nevndarformaðurin sigur, at umframt tey fíggjarligu viðurskiftini, hevur tað eisini havt stóra ávirkan á avgerðina, at Byggitek hevði valt sær E. Pihl & Søn til samstarvsfelaga, sum skuldi hava ein rættiliga týðandi leiklut í arbeiðnum.

? Vit hava alla tíðina havt tað fatan, at politiskt var tað ynskiligt at brúka so nógva føroyska arbeiðsmegi sum gjørligt.

?Hesa fatanina fingu vit bæði á stovnandi aðalfundinum hjá P/F Vágatunlinum, umframt á fundinum við løgtingslimir og á fundinum við løgtingsins vinnunevnd.

? Tí gjørdu vit av at býta byggiætlanina sundur í tvey, so at sjálvur tunnilin var í einari útbjóðing og vegirnir í einari. Og vegirnir bjóðaðu vit bara út til føroyskar arbeiðstakarar, har sluppu útlendingar ikki upp í part.

? Og tað stríðir ímóti hesum málsetninginum, at Byggitek ætlar at hava Pihl & Søn til undirarbeiðstakara, sum skal gera ein munandi part av arbeiðnum.

Klæmint Weihe sigur, at tað er ein orsøk til, at J&K Petersen liggur best fyri at fáa arbeiðið.

Hann leggur afturat, at í hesum sambandinum verður E. Pihl & Søn í Føroyum ikki mettur at verða ein føroyskur arbeiðstakari, hóast felagið er skrásett her.

?Tí vórðu teir ikki bodnir uppí lisitatiónina-tað var við vilja, leggur nevndarformaðurin afturat.


Breyt tagnarskylduna

Kæmint Weihe dylir heldur ikki fyri, at hann er rættiliga ónøgdir við leiklutin hjá Landsverkfrøðinginum í hesum málinum.

?Landsverkfrøðingurin og Vágatunnilin hava gjørt eina skrivliga avtalu um vegagerðina. ? Eftir hesi avtaluni skuldi Landsverkfrøðingurin umboða okkum í sambandi við vegagerðina. ? Hetta er ein avtala, sum varð gjørd, áðrenn løgtingslógin um tunnilin varð samtykt og hon hevur púra onki at gera við tað eftirlit, sum Landsverkfrøðingurin skal hava av sjálvum tunnilsarbeiðnum.

? Í avtaluni, sum báðir partar hava skrivað undir, stendur eisini, at partarnir hava tagnarskyldu.

? Men tíverri má eg ásanna, at Landsverkfrøðingurin hevur brotið hesa tagnarskylduna, tá ið hann úttalar seg um málið í Sosialinum í seinastuni. Og tað er ómetaliga harmiligt, heldur Klæmint Weihe.

? Men tað er henda saman tagnarskyldan, sum forðar okkum í at fara í smálutir við teimum viðurskiftum, sum tilsamans gjørdu, at vit valdu tilboðið hjá J&K Petersen framum.

? Í hesi avtaluni stendur eisini, at Landsverkfrøðingurin skal í øllum førum seta seg væl og virðiliga inn í tilfarið, so at allir upplýsingarnir koma fram í tí tilmælinum, teir góvu okkum.

?Men tá ið Landsverkfrøðingiurin mælir til, at lata Byggitek, var tað neyðugt hjá okkum at útvega okkum fleiri upplýsingar fyri at kunna taka støðu til tilmælið.

? Landsverkfrðingurin hevði nevniliga ikki útvega teir neyðugu upplýsingarnar. Sostatt mugu vit staðfesta, at ráðgevingin frá teimum var ikki nøktandi.

?Tí gjørdu vit av at fara bæði til byggifelagið við lægsta og næstlægsta tilboðnum fyri at útvega okkum teir upplýsingarnar, sum ráðgevarin skuldi havt útvegað okkum.

Klæmint Weihe vísir eisini aftur pástandinum frá Byggitek um, at eisini Landsbyggifelagið hevur verið ein ráðgevari, sum hevur mælt til, at teir skuldu fáa arbeiðið.

? Tað er ikki rætt, Landsbyggifelagið er ikki við í hesum. Tað er Landsverkfrøðingurin, sum hevur gjørt tilmælið.


Onki politiskt trýst

Hann sigur, at síðani byrjað varð uppá hesa verkætlanina, hevur vágatunnilin ongantíð havt samband við politiska valdið og hevur ongantíð merkt nakra politiska uppílegging.

? Og vit hava heldur ongi politisk harraboð fingið, nú tað er blivið politiskt rumbul burturúr hesi útbjóðingini, sigur Klæmint Veihe.

Hann sigur tó, at teir hava fingið boð um at tosa við Byggitek, men tann fundurin kann í fyrsta lagi ikki vera fyrrenn í næstu viku, tí hesa vikuna er stjórin fyri P/F Vágatunnilin burturstaddur.

Ætlandi skuldi fundurin við Byggitek longu havt verið fríggjadagin, men hann var av ongum, tí Meistarafelagið noktaði limum sínum at samráðast við okkum, sigur Klæmint Weihe.

Heldur tú, at tann fundurin fer at broyta nakað?

?Tað vita vit ikki. Tað kann vera, at upplýsingar koma fram, sum vit ikki hava havt áðrenn og sum gera, at fortreytirnar broytast.