Liðkappingin í talvi endar komandi leygardag, tá allar deildirnar telva seinasta umfarið. Hetta verður í Havn, har spenningurin millum vestmenningar og klaksvíkingar ivaleyst verður ovurstórur við seinastu borðini. Men eisini í hinum deildunum kann nógv henda. Byrjað verður kl. 12 leygardagin, og er skráin annars at síggja á www.faroechess.com.