HM-undankapping
Í bólki eitt eru tað serliga Holland og Kekkia, sum stríðast um oddasessin, og tey vunnu bæði sínar dystir leygardagin. Mest stóð helst á hjá Hollandi, sum hevði vitjan av Rumenia, men teimum eydnaðist tó at vinna dystin við tveimum málum móti ongum.
Kekkia hevði vitjan av Andorra, og her var eingin ivi. Málini skolaðu inn hjá pinkutjóðini, og tó at teir minkaðu munin í 1-2, so hjálpti hetta ikki stórvegis samanlagt.
Í bólki tvey tykist støðan hjá dønum at gerast alt truplari. Í øllum førum var eingin hjálp at heinta frá Kasakhstan, sum vitjaði Ukraina leygardagin. Heimaliðið vann ein uppibornan 2-0 sigur, og nú tykist liðið av álvara at vera ávegis fyrsta endaspæli sínum. Eitt endaspæl, sum viðhaldsfólkini leingi hava tikið sum eina sjálvfylgju hjá Sheva & co., men sum tó ongantíð er vorðin veruleiki.
Figo við aftur
Í Portugal var stóra søgan, at Louis Figo aftur hevði meldað seg tøkan hjá landsliðnum. Hann hevði annars sagt farvæl eftir EM-endaspælið seinasta summar, men lítla spælitíðin í Real Madrid hevur tó havt við sær, at veteranurin nú aftur sigur seg hava stundir og orku til landsliðsfótbólt.
Og talan gjørdist eisini um sigur, nú stóra hetjan var aftur á liðnum. Tað var tó ikki hann, sum stóð fyri málunum, men hetta mundi ikki bila stórvegis í hugaheiminum hjá viðhaldsfólkunum. Tey fingu trý stig og tey fingu eisini stóra spælaran aftur á liðið, og so mundu tey ikki krevja stórt meira.
Annars vunnu bæði Russland og Estland sínar dystir í bólkinum.
Skotland vann
Nýggi skotski venjarin, Walther Smith, fekk loksins sín fyrsta sigur, tá Moldova vitjaði á eini fullsettari Hampden Park. Christian Dailly og James McFadden skutu málini, sum góvu stigini til skotar, men enn er tó langt eftir á mál, um teir skulu gera sær vónir um at koma víðari til endaspælið.
Í sama bólki fekk Italia málleysan javnleik við sær úr Oslo, og italiumenn tykjast nú vera væl ávegis móti endaspælinum. Normenn hildu seg annars hava meira uppiborið, og teir høvdu eisini trýstið fyri tað mesta, men næst einum máli vóru gestirnir tó, tá Vieri lyfti upp um bæði norska málverjan og málið.
Brotsspørk feldi Ísland
Í bólki sjey er spenningurin framvegis sera stórur. Ikki minst, nú Serbia & Montenegro á heimavølli mátti taka til takkar við málleysum javnleiki móti Belgia.
Tað gav Spaniólum møguleika at koma ájavnt oddaliðnum, og hesum tóku teir av, tá Alberto Luque var einasti málskjúttin í heimadystinum móti Litava. Bæði Spania og Serbia & Montenegro eru nú jøvn í stigum á fyrsta plássinum.
Og so skal at enda nevnast, at sviar tykjast vera væl ávegis til endaspælið. Hesaferð høvdu teir vitjan av Malta, og tað høvdu teir gulu ikki stórvegis trupulleikar av. 6-0 gjørdist úrslitið, sum sendi Svøríki næstan ájavnt Kroatia í oddastriðnum.
Kroatar vunnu truplan útidyst móti Bulgaria við 3-1.
Og heldur ikki hesaferð eydnaðist Íslandi at vinna. Ungar vitjaði á Laugardalsvøllinum, og leingi høvdu heimaáskoðararnir nógv at fegnast um, eftir at Eidur Smári Gudjohnsen hevði lagt Ísland á odda. Beint undan steðginum setti Gera tó brotsspark í kassan, og tá hann endurtók kynstrið stutt eftir steðgin, fór at standa á hjá Íslandi. Ikki minst tí teir samstundis mistu ein mann.
Tað eydnaðist tó at koma aftur í aftur dystin, tá Sigurdsson javnaði, men gott korter fyri dystarlok avgjørdi Huszti dystin.