Tað er einki avgjørt í í valinum til fólkatingið, og seinastu dagarnir áðrenn valið verða avgerandi fyri, hvørjir tveir flokkar fáa umboð í danska tingið.
Tað vísir ein veljarakanning, sum Gallup Føroyar, hevur gjørt fyri Útvarpið. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin liggja stavn um stavn í kapprógvingini um fólkatingssessirnar, og tað verður endaspurturin, sum verður avgerandi fyri valið.
Sambandsflokkurin, sum seinastu árini hevur havt annað umboðið, stendur til at missa tað, men flokkurin er ikki langt aftan fyri hinar tríggjar stóru flokkarnar.
Teir smáu og stuttligu ongan kjans
Teir smáu flokkarnar hava ongan kjans at vinna sær umboð í Fólkatinginum, vísir veljarakanningin hjá Gallup.
Hóast flokkarnir hava tosað um bæði undur og realistiskar møguleikar fyri at náa fólkatinginum, so vísir veljarakanningin, at Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin ikki fáa meira enn millum trý og fýra prosent av atkvøðunum.
Teir stuttligu í Uttanflokkinum liggja enn longri aftanfyri við bara einum prosenti av atkvøðunum. So tað kann væl vera, at Johan í Kollafirði fær fólk at flenna í valstríðnum, men hann fær tey ikki at velja sín flokk í sama mun.
Einki er avgjørt
Úrslitið av veljarakannigini er so tætt, at høvuðsboðskapurin má vera, at teir fýra stóru flokkarnir eru í sera tøttum stríði um fólkatingssessirnar.
Tað er altíð ávís hagfrøðislig óvissa við einari kanning, og tá ið tað er so lítil munur millum tríggjar flokkar, kann bara tann hagfrøðisliga óvissan venda eitt sindur upp og niður upp á úrslitið.
Skrivstovan hjá Javnaðarflokkinum sendi mánamorgunin út skriv, har hon vísti á, veljarakanningina kann geva veljarunum eina skeiva fatan av, at valstríðið var vunnið, og at bara óvissan um kanningina kundi broyta úrslitið.
? Tað er altíð ein óvissa við eini slíkari veljarakanning, og kannginin vísir bara, hvat veljararnir hildu júst tann dagin, teir vóru spurdir. Síðani hevur ein stórur veljarafundur verið, og valstríðið er annars í hæddini, og tað kann broyta úrslitið, sigur Ellindur Egilstrøð, stjóri á Gallup Føroyar.
? Kanningin vísir, at tað er sera tætt millum teir stóru flokkarnar, og at einki er avgjørt frammanundan. Tað kann tilvild og smálutir, sum koma at avgera valið, sigur hann.
Myndatekstur (mynd av veljarafundi):
Tað er so tætt millum teir stóru flokkarnar, at eingin kann kenna seg tryggan áðrenn valið týsdagin. Mynd: Jens Kr. Vang
- - -
Veljarakanningin
Í døgunum frá 1. til 5. februar spurdi Gallup Føroyar 633 respondentar í eini veljarakanning til Fólkatingsvalið 8. februar fyri Útvarp Føroya. Vanliga verður sagt, at óvissan við eini veljarakanning kann verða upp í 2-3 prosent, men úrslitið av kanningini var hetta:
Javnaðarflokkurin 24,2%
Tjóðveldisflokkurin 23,6%
Fólkaflokkurin 23,4%
Sambandsflokkurin 20,8%
Sjálvstýrisflokkurin 4,0%
Miðflokkurin 3,1%
Hin Stuttligi Uttanflokkurin 1,0%