Kappingin hevur verið sera hørð fyrstu tríggjar róðrarnar hjá 6-mannaførum við monnum, og tað eru serliga Sundabáturin og Tvørabáturin, sum hava borga fyri einum spennandi kappingarári.
Undan Varmakelduni lá Sundabáturin trý stig framman fyri Tvørabátin í FM-stríðnum, og enn einaferð var lagt upp til eitt rættiliga stríð í millum hesar báðar bátarnar.
Soleiðis skuldi tó ikki blíva á Varmakeldu. Tvørabáturin hevði ávísar trupulleikar at fylgja við, og í staðin var tað Strálan, sum gav Sundabátinum harða kapping.
Væl nøgdir sundamenn
Sum ikki einaferð gjørdist endaspurturin hjá Sundabátinum avgerandi á Varmakeldu, tí har megnaðu teir at økja nakað um munin niður til Stráluna, so sigurin ongantíð kom rættiliga í vanda.
- Ja, í endaspurtinum eru vit sterkir, og hesin avgjørdi helst enn ein róður til okkara fyrimun leygardagin, segði bátsformaðurin hjá Sundabátinum, Hjalmar Zachariassen, tá vit fingu orðið á hann.
Hann segði annars, at teir sum heild vóru avbera væl nøgdir við róðurin.
- Vit eru sera væl nøgdir. Vit væntaðu faktiskt ikki so harða kapping frá Stráluni, men vit vistu, at teir vóru góðir, og hetta vístu teir eisini á Varmakeldu.
Hjalmar gleddist annars um, at Strálan var komin betri við í kappingini, tí hetta styrkir um FM-støðuna hjá Sundabátinum.
- Ja, tað hevur stóran týdning fyri okkum, at Strálan bleiv nummar tvey, tí nú fóru vit longur frá Tvørabátinum í FM-stríðnum, har tað nú eru seks stig á muni.










