Klokkan 19 til 21 í kvøld verður jólaradio á Rás2.
Vit tosa við John Dam frá Liverpool Føroyar, og við Rúnu Wardum frá barnadeildini á LS, sum fekk ein kekk uppá 12.000 krónur frá Liverpool Føroyum í dag. Vit ringja til Jógvan Zachariassen og føroyska ferðalagið í Ísrael. Vit ringja til Tórleif Johannesen, sjómanstrúboðari nú 109 skip hava fingið jólapakkar. Tveir frisørar fara at velja hvør sítt jólalag. Eyðun Samuelsen fer at greiða frá sínum ferðaroyndum í Barcelona í samband við, at trekt verður til Barcelona kappingina hjá Rás2 á 1940. Trekt verður, og ringt verður til vinnaran av kappingini klokkan 20.45.
Klokkan 21 til 23 tekur EVR við. Absalon Absalonsen og Svenning av Lofti fara at ringja til trúboðarar kring heimin.