Hondbóltskappingin er so smátt farin at líða móti endanum, og meðan tað í kappingini hjá kvinnunum leingi hevur verið rímiliga greitt, at Kyndil verður trupult at taka aftur hjá hinum liðunum, so eru vit so smátt eisini hjá monnunum farin at fáa ábendingar um, hvørji lið orka at halda á til tað síðsta, og hvørji missa luftina, áðrenn komið er á mál.
Ein av hesum ábendingunum kom mikukvøldið, tá Neistin uttan venjaran Andreas F. Hansen vann so mikið sum 34-26 á StÍF. Strandingar hava leingi verið millum fremstu FM-boðini hjá einum stórum parti av teimum mongu, sum fylgja við í kappingini. Men ósigurin á heimavølli mikukvøldið sendi teir fimm stig afturum oddaliðið, og tað kann gerast tungt at taka innaftur.
Tað sær út til, at ósigurin hjá strandingum í steypafinaluni hevur nitið fastari, enn tað av fyrstan tíð sá út til. Teir hava í øllum førum tapt báðar dystirnar síðani tá, og spælið hevur heldur ikki rokkið somu hæddir sum tað var á í døgunum beint áðrenn jól og beint eftir ársskiftið.
Fyri Neistan var sigurin mikukvøldið ein góð uppreisn eftir heldur lunkaða 1. hálvleiksavrikið móti VÍF fyri eini viku síðani. Við 13 stigum eru teir eisini afturúrsigldir í toppstríðnum, men seks dystir eru eftir av kappingini, og møguleikin fyri heiðursmerkjum er so avgjørt til staðar. Neistin hevur havt eitt rættiliga gott lið í ár, og nú fyrst Tróndur B. Hansen og síðani Heini Joensen hava verið við, kann liðið hótta øll onnur lið í deildini. Mikukvøldið skeyt Heini níggju mál, og hevði hann havt verið við alt kappingarárið, hevði Neistin ligið ovarlagari, enn teir gera júst nú.
Longu í dag hittast Neistin og StÍF aftur í landskappingini, hesaferð í Havn. Dysturin mikukvøldið var, eins og hinir báðir í mansdeildini, útsettur frá 31. januar, tá U18 landsliðið vann á Moldova, og tí er so stutt ímillum dystirnar hjá hesum báðum liðunum.
Ovast er Kyndil, sum vann týdningarmikla toppdystin móti H71 mikukvøldið. Oddaliðið skal í morgin vitja Tjaldrið í Runavík, og hóast eingin dystur er avgjørdur, fyrr enn hann er spældur, verður hetta neyvan tann størsta avbjóðingin hjá Kyndli móti einum liði, sum sær út til at hava sæð veruleikan í eyguni og uppgivið at bjarga lívinum í bestu deildini.
Men tjaldursmenn fara ivaleyst at gera alt fyri ikki at enda árið á null stigum, og ein skal ongantíð kanna sær bitan ov tíðliga.
Kyndil vísti mikukvøldið, at liðið hevur eina stóra breidd, og at tað altíð finnast útvegir, um okkurt svíkir. Tað er ein stórur fyrimunur at hava, og tað ger heldur ikki uppgávuna hjá Tjaldrinum lættari.
VÍF hevur frí hetta vikuskiftið, og tað merkir, at triði og seinasti dysturin hetta umfarið er millum KÍF og H71. Kollfirðingar hava fyrr í ár volt hoyvíkingum stórar trupulleikar, og tað ger sjálvandi dystin í Vestmanna í morgin eitt sindur meira spennandi. Men sum heild tykist KÍF-liðið ikki at vera eins væl fyri og í grundspælinum, samstundis sum H71 hevur havt eitt sera gott endaspæl, burtursæð frá dystinum móti Kyndli.
Tí má H71 vera favorittur í morgin, og hoyvíkingar hava heldur ikki ráð til at snáva móti næstniðasta liðnum. Tað høvdu teir ráð til í grundspælinum, men ikki nú, tá hvørt stig kann gera risastóran mun.
KÍF sær út til at hava tryggjað sær plássið í 1. deild til næsta ár eisini, men teir vilja ivaleyst binda um heilan fingur og ikki líta á, at hini liðini halda Tjaldrinum niðri á jumboplássinum, og tí kann dysturin í morgin vísa seg als ikki at gerast so lættur fyri H71, sum ein kanska kundi trúð. Og so er tað jú altíð sálarligi parturin av tí, og hvørki kollfirðingar ella hoyvíkingar munnu hava gloymt úrslitini sínámillum frá fyrr í kappingini.
Stjørnan aftur
til Suðuroyar
Hjá kvinnunum hevur kappingin í endaspælinum gingið eitt sindur øðrvísi enn hjá monnunum. Í grundspælinum var sera javnt, og tað var trupult at taka dagar ímillum liðini.
Men støðan í dag er tann, at Kyndil er ovast við 22 stigum, meðan Neistin á øðrum plássi er seks stig aftanfyri. Kyndil hevur vunnið allar seks dystirnar í endaspælinum, og samanumtikið eru tær ósigraðar í landskappingini seinastu 17 dystirnar. Einasta lið, sum hevur vunnið á Kyndli í ár, er Stjørnan, og tað var í allarfyrsta dystinum í kappingini (umframt í steypakappingini).
Eins og menninir skulu Kyndilskvinnur í morgin á vitjan í Runavík, har felagsliðið hjá GÍ og Tjaldrinum tekur ímóti. Eru menninir hjá Kyndli favorittar, eru kvinnurnar tað ikki minni, men eisini her er gamla meginreglan um, at skinnið ikki skal seljast, áðrenn bjørnin er skotin, framvegis verd at hava í huga.
GÍ/Tjaldrið vann herfyri óvæntað á VÍF, men tað hevur seinni víst seg, at tað helst meira var eitt tekin um byrjandi niðurtúr fyri VÍF (um vit ikki taka steypakappingina við?), heldur enn tað var vegurin uppeftir fyri GÍ/Tjaldrið.
Stjørnan hevði eitt strævið vikuskiftið seinast ? hóast tær ikki spældu nakran dyst ? men hetta vikuskiftið verður ikki minni strævið. Longu í gjárkvøldið skuldi dysturin millum VB og Stjørnuna frá seinasta sunnudegi avgreiðast, og í morgin verður tað so VÍF, sum fer til Klaksvíkar.
Stjørnan tapti nógv í samlaðu kappingini, tá tær taptu móti Kyndli herfyri, og vegurin upp til ovasta plássið er langur nú. Fýra stig burtur úr vikuskiftinum kunnu fløva nógv, og tað er heldur ikki nøkur ógjørlig uppgáva. Men VB-liðið er trupult at rokna út, og Stjørnan kann lættliga hava rent seg í eitt ódnarveður bæði á veg suður og í sjálvari høllini.
VÍF er fullkomiliga dottið burturímillum í landskappingini, og nú hava tær eisini mist spælarar, so tað er ivasamt, hvat steypavinnararnir megna at avrika, tað sum eftir er av kappingini. Vandin er, at kappingarárið fyri tær er so gott sum liðugt, nú tær hava vunnið steypakappingina og mist FM-møguleikan. Men tað er jú altíð torført at spáa?










