Endar við at skipini verða løgd

Fiskaseljarar stúra fyri gongdini, tí nú kann Fiskavirking fáa eina støðu, sum líkist monopoli. Sostatt versnar kappingin um fiskin alsamt og hetta kann enda við, at skipini verða løgd, sigur formaðurin í ráfiskakeyparafelagnum

Fiskaprísir

? Hetta er ógvuliga óheppið.
Árni Joensen, formaður í ráfiskakeyparafelagnum, stúrir fyri gongdini í fiskivinnuni.
Ikki minst stúrir hann, nú Fiskasølan og Fiskavirking eru løgd saman.
Fiskasølan hevði tvey virki, sum keypti Fisk, eitt í Hvalba og eitt í Vági og tey vóru so í kapping við Fiskavirking.
Men nú Fiskavirking eisini er komin at eiga tey bæði virkini, er ein hampiliga stórur fiskakeypari minni á marknaðinum at kappast um fiskin.
? Tað vóru fáir fiskakeyparar frammanundan. Nú er so ein hampiliga stórur fiskakeypari afturat farin av marknaðinum og tað fer uttan iva at gera kappingina um fiskin enn minni, tí nú er ein færri at bjóða uppá fiskin, sigur Árni Joensen.
Hann heldur, at hetta kann enda við, at Fiskavirking fær ein støðu ið likist einum monopoli og tað er ikki fremjandi fyri kappingina um fiskin.
? Og sostatt eru okkara møguleikar at selja fiski avmarkaðir rættiliga fitt.

Tvingaðir at leggja skipini
Seinastu tíðina hevur politiski myndugleikin roynt at finna eina loysn sum forðar fyri, at so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum.
Í løtuni kunnu føroysk skip avreiða 25% av fiskinum uttanlands. Ein liður í royndunum at fáa meiri fisk upp á land í Føroyum, er at seta hendan markið niður til 10%.
Hetta vilja ráfiskakeypararnir ikki góðtaka.
Ráfiskakeyparar hava ført fram, at kappingin um fiskin er so lítil í Føroyum, at gera politikarar hetta, hava teir samstundis lagt skipini, tí tað kann flotin ikki liva við.
Og nú ein kappingarneyti er minni á føroyska marknaðinum, er hetta enn sannari enn tað var frammanundan, sigur formaðurin í ráfiskakeyparafelagnum.
Hann sigur, at fiskaseljarar kunnu prógva, at í Føroyum ber ikki til at selja nógv av tí upsanum, sum skipini fiska, tí ongin bjóðar uppá hann yvirhøvur.
Spurningurin, er, hvat politikarar vilja gera við ta støðuna. Skulu vit halda uppat fiska, ella skulu vit avreiða upsan til Havsbrún til djóraføði?
? Kunnu vit ikki sigla uttanlands í slíkum føri uttan at vera revsaðir, er onki val enn leggja skipini. Tá verður støðan tann, at skip koma til lands við fullari last, sum tey ikki sleppa av við og so er onki at gera, uttan at binda tey við bryggju.
? Men so eru tað politikararnir, sum hava lagt skipini, sigur Árni Joensen.