Gitte Klein, lærari, marknaðarføringsøkonomur og Stud. Master í Positivari sálarfrøði
----
Tað er gleðiligt, at kjakið um forskúlan aftur er komið á breddan. Her sipi eg til samrøðuna í Góðan morgun Føroyar 25.02.2013 har Bergljót Debes Hentze tosaði við Philip Philbrow og fyrstalæraran í Leirvíkar skúla.
Vil allarfyrst viðmerkja, at vit hava tveir dreingir, sum báðir hava gingið í vøggustovu og barnagarði, og hava vit alt gott at bera námsfrøðingunum á stovnunum. Harumframt eru vit í teirri hepnu støðu, at báðir hava gingið í forskúla. Báðir dreingirnir fylla síðst í árinum og vóru 5 ára gamlir, tá teir fóru í forskúla. Hetta velji eg at viðmerkja, tí tað sambært kjakinum var ein týdningarmikil detalja. Vit hava verið sera glað fyri stovnarnar, ið børn okkara hava gingið á, eins og vit hava verið sera glað fyri forskúlan. Men hvørt til sína tíð. So er tað sagt.
Heila barnið
Í kjakinum komu fram fleiri áhugaverd ting, sum eg havi hug at gera viðmerkingar til.
Jógvan Philbrow vísti m.a. á at námsfrøðingar eru ekspertar í at taka sær av fjølbroyttu menning barnsins - at síggja barnið sum eina heild. Av tí at námsfrøðingarnir hava hesa hollu vitan um heila barnið, er tað best, at børnini eru á stovni heldur enn í forskúla.
Nú eri eg sjálv útbúgvin lærari. Tá eg gekk á læraraskúla, gekk eg fyrsta árið í flokki saman við námsfrøðingum. Hetta var ein royndarskipan, sum datt niður fyri aftur árið eftir, men orsøkin til at hon varð sett á stovn, var helst tí, at mann metti, at undirvísingin í ávísum lærugreinum eitt nú námsfrøði og sálarfrøði var hin sama, líkamikið um tú vart námsfrøðingur ella lærari. Hetta merkir, at frálæran, sum lærarar fáa í námsfrøði og sálarfrøði, eigur at vera á nøkulunda sama støði sum hjá námsfrøðingunum. Og tí skuldu lærarar alt annað líka verið eins væl fyri at síggja barnið sum eina heild, sum námsfrøðingarnir eru. At vit – lærarar og námsfrøðingar, saman kunnu lyfta tyngri tøk, er ein heilt onnur søga, sum eg komið inn aftur á um eina løtu.
Læring og samskifti
Eitt annað, sum Jógvan vísti á, er, at vit mangla tilfar á føroyskum, og at børn ikki síggja føroyska málið í miðlunum. Hetta er sjálvandi eitt øki, sum vit eiga at menna. Jógvan vísir eisini á, at børn duga flótandi danskt, tí tey hava lært hetta í miðlunum, og at tað tí ber til at læra nógv uttan at vera í skúla. Her eri eg púra samd í, at mann kann læra nøkur ting gjøgnum miðlar m.a. eitt mál. Men verulig læring fer fram í samspæli ella samskifti við onnur. Børn læra í samskifti við onnur, ið eru frammanfyri tey í menning á ávísum økjum. Tey læra sostatt í samspæli við onnur børn ella námsfrøðingar, lærarar og foreldur.
Børn sum sita frammman fyri miðlum ella skermi ein stóran part av degnum mangla menniskjaliga samskiftið og eru tí í vanda fyri, at tey ikki menna tann partin av heilanum, har m.a. tey empatisku evnini liggja. Tí er neyðugt at børn eru umgird av fólki, ið kunnu hjálpa teimum at mennast.
Fáa trupulleikar í skúlanum
Jógvan sigur, at børn, sum hava gingið í barnagarði uttan stórvegis trupulleikar ofta fáa trupulleikar av ymiskum slag, tá tey koma í skúla. Her rokni eg við, at hann sipar til atferðartrupulleikar. Kanska hongur hetta eisini saman við tí sannroynd, at meðan ein lærari einsamallur hevur 25 næmingar undir sær, hava fleiri námsfrøðingar 16 børn undir sær í barnagarðinum. Hetta merkir, at ein námsfrøðingur kann fara ein túr við barninum, sum hevur ein ringan dag, meðan hinir ansa restini av børnunum. Lærarin er sum nevnt einsamallur, og hevur ikki tann møguleikan. Ein loysn á hesum trupulleika, kundi verið, at ein námsfrøðingur kemur inn í skúlan sum ein natúrligur partur av innskúlingini, og soleiðis fær hjálpt læraranum, tá hann stendur í hesi støðu, sum Jógvan sipar til.
Í hesum sambandi havi eg eisini hug at viðmerkja, at fleiri børn koma í fyrsta flokk, sum hava havt stuðul øll barnagarðsárini. Tá tey koma í skúla, fylgir stuðulin ikki við, so tað sum Jógvan vísir á gongur sanniliga eisini hinvegin.
Friður - eisini í barnagarðinum
Jógvan sigur, at fleiri børn hava ilt við at sita still. Tað er stórur munur á at hava veruligar atferðatrupulleikar og so hava trupult við at sita stillur. Sjálvt í barnagørðum er tørvur á friði, tí friður er so grundleggjandi fyri hugsavnan. Hugsið bert um stóru oyruni, sum lýsa reytt úti á ymisku stovnunum, um gangurin gerst ov stórur. Oyruni bera tíbetur boð um, at friður eisini krevst í barnagarðinum. Hetta er ikki nakað serligt, sum bert er galdani í skúlahøpi.
Brúgvin um ánna
Jógvan vísir á, at tað natúrliga er, at námsfrøðingarnir hava børnini. Hann sær fyri sær eina skipan har lærari kemur á stovnin tveir tímar um vikuna at undirvísa børnum. Hetta haldi eg ikki vera eina skilagóða loysn. Tá vit tosa um forskúla, tosa vit oftast um at fyrireika børnini til at fara í skúla. Vit byggja brúgv frá barnagarði til skúla. Um vit hugsa um bukkarnar Brúsi, so fóru teir yvir um ánna at eta. Teir fóru frá einum staði í eitt annað, og tað er helst tað, sum er meiningin við brúnni. At mann fer yvirum hana.
Í míni verð er tað natúrliga, at forskúlin er partur av skúlanum. Og at námsfrøðingarnir leiða børnini yvirum. At teir eru hjá børnunum eina tíð. Hetta kann mann gera í og við at námsfrøðingar arbeiða í innskúlingini saman við lærarunum.
Tá børn flyta frá vøggustovu yvir í barnagarð, er tað heldur eingin, sum fyrireikar børnini at fara í barnagarð við at seta ein námsfrøðing frá barnagarðinum yvri í vøggustovuna at arbeiða í eitt ár, soleiðis sum mann hugsar sær at fyrireika børnini til skúlan, við at seta ein lærara at vitja barnagarðin í eitt ár, áðrenn barnið kemur í skúla. Barnið lærir tá læraran at kenna, men ikki alt annað kring skúlan eitt nú fysiska umhvørvið, gerandisdagin og tær reglur, ið eru á staðnum.
Svarti skúli
Vit eru so ómetaliga bangin fyri at fylgja børnum okkara inn um skúlagátt. Um tað er tí, at vit hava eina fatan av skúla sum svarti skúlin, vit sjálvi gingu í, so skilji eg væl óttan. Men sannleikin er, at tey, sum taka móti børnum í innskúlingini oftast sjálvi hava valt hetta av áhuga, og tí tey kenna seg føran fyri at taka móti hesi avbjóðing, sum tað er at hava innskúlingina. Tey duga at síggja tørvin hjá ymsiku næmingunum og at geva ymisku næmingunum nøktandi avbjóðingar. Sjálvandi kann tað svipsa, og tað eru dømi um, at innskúlingin ikki er hepnast í tann mun, hon átti, men hetta er sanniliga eisini at síggja úti á stovnum. Tvs. at tað eru námsfrøðingar, sum fáa eina uppgávu, sum teir ikki megna. Í tann mun er eingin munur á lærara og námsfrøðingi.
Skúlabúgvin
Tað eru dømi um børn, ið ikki eru búgvin at koma í skúla. Men tí slepst ikki undan, heldur ikki um vit gera lógir, ið siga, at børn skulu í fyrsta flokk sum 12 ára gomul. Vit eru øll ymisk. Og spurningurin er, um vit skulu tillaga skipanina til tey fáu børnini, sum ikki megna at fara í skúla sum 6 ára gomul, ella um vit hinvegin skulu tillaga hana til fjøldina, sum hevur gott av at fara í skúla 6 ára gomul. Sum er, er einki til hindurs fyri, at børn, sum ikki eru klár at fara í skúla, bíða í eitt ár, og tað verður heldur eingin trupulleiki, tá forskúlin kemur. Tey, sum ikki eru klár at fara í skúla, eru kanska júst tey, ið hava best av hesum eina árinum í forskúlanum.
Lesing grundleggjandi førleiki
Jógvan vísir ferð eftir ferð á, at skúlin leggur sera stóran dent á lesing. Lesing er ein somikið grundleggjandi førleiki, at tey, sum ikki megna hann, tíverri vera tey, sum standa við sviðið soð. Sjálvandi hevur samfelagið tørv á handverkarum, men samfelagið er kanska tíverri innrættað soleiðis, at sjálvt tann dugnaligasti handverkarin hevur tørv á grundleggjandi lesiførleika. Vit fyrigykla okkum ein veruleika, sum als ikki er til, um vit halda, at handverkarin ikki hevur tørv á lesiførleika. Um vit skulu hugsa um heila barnið, so mugu vit eisini hugsa lesing ella fakligu førleikarnar sum part av barninum og framtíðarútlitinum hjá barninum. Gera vit ikki tað, so hugsa vit jú netupp ikki heila barnið.
Krativitetur og fakligur førleiki
Í hesum sambandi gleðir tað meg at hoyra, Jógvan vísa á kreativitien ella manglandi kreativitetin innan skúlagátt. Jógvan vil vera við, at skipaða undirvísingin í skúlanum er við til at forða børnum í at menna teirra kreativu evni, og vísir á kanning hjá Robbinson. Vit kunnu skjótt staðfesta, at kreativu evnini hjá børnum mangan ikki verða troytt í tann mun, tey kanska áttu. Men tá tað er sagt, vil eg fegin vísa á, at mann langt síðani er farin frá hugsanini um, at kreativitetur bert er at mála og tekna. Og at kreativitetur er tað mótsætta av skipaðari læring.
Viðvíkjandi kreativitetinum havi eg hug at vísa á orðini hjá sálarfrøðinum Donald D. Winnicott har hann m.a. sigur:
Det er den kreative perception, der mere end noget andet får individet til at føle, at livet er værd at leve. I modsætning hertil står et eftergivende forhold til den ydre virkelighed,..
Eftergivenhed giver individet en følelse af ligegyldighed og er dybest set forbundet med den tanke, at der ikke er noget, der betyder noget, og at livet egentlig ikke er værd at leve. …at leve kreativt er en sund tilstand og at eftergivenhed er et sygt livsgrundlag.
Kreativiteturin er sambært honum nakað grundleggjandi menniskjaligt, og tey flestu okkara hava livið júst somikið kreativt, at vit vita, at vit liva eitt ókreativt lív.
Joy Poul Guilford er annar sálarfrøðingur, sum hevur kannað intelligenshugtakið og funnið fram til, at tað ikki rúmar øllum kognitiva kapacitetinum hjá einum persóni. Tvs. at tá vit kanna, hvussu intelligentur ein persónur er, fáa vit ikki røttu myndina, tí intelligenshugtakið ikki sigur nakað um, hvussu kreativ vit eru. Tí gjørdi hann royndir at mála kreativitetin hjá menniskjum, men royndin miseydnaðist.
Seinni hava aðrir sálarfrøðingar bygt víðari á hansara gransking, og teir funnu m.a fram til, at heilin er tvíbýttur, og at ávísir partar av heilanum stýra ávísum funktiónum. Ella, at høgra og vinstra hálva arbeiða á ymiskan hátt. Meðan vinstra hálva umsitir málsliga samskiftið, umsitur høgra hálva myndir o.a. Kreativiteturin hoyrir heima á hesi síðuni. Meðan vinstra síða sær smálutir og viðger teir analytiskt, manglar henni onkran at samskipa upplýsingarnar– og her er tað, at høgra hálva kemur inn í myndina, tí hon er tann, ið arbeiðir við heildini og savnar smálutirnar í heildir.
Tá tú eitt nú lesur eina søgu, stendur vinstra hálva fyri avkodingini, meðan høgra hálva er tann, ið skipar innihaldið og meiningina. Skalt tú soleiðis arbeiða kreativt, er tað neyðugt at tú eisini mennir vinstru hálvu (m,a. við at geva børnum fakligar førleikar). Tað er ikki nóg mikið, at lata børn sita og tekna og tekna og tekna. Ella bara menna kreativu síðuna. Báðar hálvurnar arbeiða saman, og tí er neyðugt at menna tær báðar. Tí ber heldur ikki til at tosa um kreativitet uttan eisini at tosa um fakligar førleikar. Tí skalt tú mennast, og tað er líkasum tað, vit menniksju altíð hava gjørt, og er orsøkin til, at vit ikki eru farin til grundar enn, so noyðast vit bæði at hýsa krativitetinum og tí fakliga. Tað fakliga er sostatt ikki ein forðing fyri kreativiteti, tvørtur ímóti er tað ein fortreyt fyri kreativiteti, eins og kreativitetur er ein fortreyt fyri framhaldandi menning. Tí menning er tað sama sum at førka okkum víðari, at flyta frá eini støðu í aðra. Tí mugu vit í heilum justera førleikar okkara. Vit mugu læra nýtt og tillaga hetta nýggja til tað, sum longu er. Tá børn fara í forskúla, skulu tey læra nýggj ting. Læra í sjálvum sær er grundarlagið, undir okkara framhalandi menning og her hugsi eg ikki um karakterir men um tað góða lívið. Tí tað er ein sannroynd, at tey menniskju sum mennast, eisini eru tey, sum eru lukkuligast, sambært Winnicott ið vísir á at ”eftergivenhed” ella ein støða, har tú letur standa til, als ikki fruktargóð fyri nakran.
Hvat vil eg so við hesum. Fyrst og fremst vísa á, at kreativitetur og fakligur førleiki eru samantvinnað, eins og kreativitetur og menning er neyðug fyri okkum øll. Harumframt vil eg avlíva mytuna um, at lívið endar, tá barnið fer í skúla. Tí í grundini er tað kanska her, tað eigur at byrja. Skúlin í dag er sjáldan skipaður soleiðis, sum hann var, tá vit vóru ung, og tí er neyðugt at broyta hugsan honum viðvíkjandi. Hinvegin ivist eg onga løtu í, at skipanin í skúlanum kann gerast enn betri ikki minst, um vit fáa lærarar og námsfrøðingar at samstarva og læra hvør frá øðrum innan skúlagátt, tí tað er givið, at báðir bólkar hava nógv at geva hvør øðrum.