Fríggjadagin var móttøka á nýggju føroysku Steno Miðstøðini á Landssjúkrahúsinum. Móttøkan var í bláa ambulatorii bygninginum, har Útistova og Steno Miðstøðin húsast.
Millum tey, sum hildu røðu, var landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá.
Hon vísti á, at við at vera ein partur av Steno-felagsskapinum, fáa tey, sum starvast innan økið, ein størri samstarvspall, har tey kunna deila og fáa vitan úr.
- Hetta er í síðsta enda til fyrimuns fyri sjúklingar við diabetes og endokrinologiskum sjúkum.
Landsstýriskvinnan vísti á, at endamálið við øllum tí, sum verður gjørt í heilsuverkinum, eigur at vera, at sjúklingurin ella borgarin fær eina betri tænastu.
Øll røðan hjá landsstýriskvinnuni í heilsumálum kann lesast um heimasíðuna hjá heilsumálaráðmum - www.hmr.fo
Herborg Johannesen og Jens Andreassen, yvirlæknar, søgdu eisini nøkur orð við móttøkuna.
Á móttøkuni var eisini ymiskt ábit og leskandi, og Guðrið Hansdóttir sang og spældi. Høvið var eisini at síggja hølini, har miðstøðin fyribils húsast.