Endamálið rokkið

Stjórin á Sansum, Høgni Rasmussen letur væl at úrslitinum av KT-stevnuni. Sansir hevur bæði gjørt vart við seg á KT-økinum og onkur avtala er eisini komin undir land

Fyri góðum trimum árum síðan fór samskiftisvirkið, Sansir, undir at menna sína egnu heimasíðuskipan. Á Sansum eru tey errin av heimasíðuskipanini og uppgávan á KT-stevnuni hjá stjóranum á Sansum, Høgna Rasmussen, er greið: Hann skal gera teimum vitjandi greitt, at Sansir hevur eina framkomna heimasíðuskipan, sum ikki eigur at fara aftur við borðinum.
Sansir og Høgni Rasmussen hava eftir øllum at døma gjørt heimaarbeiðið til lítar. Stutt fyri, at KT-stevnan er av seinnapartin fríggjadagin, kann hann errin greiða frá, at eitt av endamálunum á stevnuni er rokkið: Sansir í hevur fingið í lag avtalu um at gera heimasíður fyri einstøk virkir.

Væl vitjað
Sansir byrjaði sum ein lýsingafyritøka í 1997. Við tíðini hevur virksemi ment seg til aðrar partar og í dag kallar Sansir seg fyri eitt samskiftisvirki. Hetta er fyrstu ferð, at Sansir luttekur á KT-stevnu og Høgni Rasmussen letur væl at.
-Hetta er ein góður møguleiki at vísa fólki, at Sansir eisini hevur nakað at bjóða á KT-økinum. Vit hava tosað nógv við fólk í vinnuni og vit hava eisini havt nógvar gestir hesar báðar dagarnar, so eg eri væl nøgdur, sigur stjórin á Sansum.
Høgni Rasmussen greiðir frá, at Sansir hava sett nógva orku av til KT-stevnuna í ár.
-Vit hava gjørt faldarar til tey vitjandi. Vit hava eisini hildið fyrilestrar um okkara heimasíðuskipan, so nakað av tíð er farin til fyrireiking, sigur stjórin á Sansum at enda