Endaligu talvúrslitini frá FM

Av misgávum komu endaligu stigatalvurnar frá FM í talv ikki við í blaðið í gjár, og eru tær tískil at síggja her á síðuni.

Gunnar Joensen vann eldrabólkin í FM-telvingini, og hjá unglingunum gjørdist Helgi Dam Ziska føroyameistari
Sum vit hava nevnt fyrr í vikuni, so endaði FM-kappingin í talvi við, at Martin Poulsen aftur í ár er føroyameistari.
Tað var tó ikki bara í landsliðsbólkinum, at kappast varð seinastu viku.
Fýra aðrir bólkar vóru eisini á skránni, og í øllm fýra førum gjørdist talan um ein greiðan vinnara, soleiðis at skilja, at tað ikki gjørdist neyðugt við umdysti fyri at avgera nakað.
í 1. bólki ? t.e. bólkurin undir landsliðsbólkinum, gjørdist Finnbjørn Vang vinnari. Hann tapti annars næsta talvið hjá sær, men seinastu sjey umførini fekk hann seks stig, og yvirhálaði sostatt í seinastu løtu Eyðálv Johannesen, tá hesin einki fekk burtur úr teimum báðum seinastu umførunum.
Í 2. bólki fekk Wenzel Højgaard 6,5 stig burtur úr sínum átta dystum, og hetta var heilt stig meira enn næstu menninir, sum vóru Sigurð B. Justinussen, Jógvn Joensen, Rani Baldursson og Rógvi Mortensen.
Unglingameistari í ár gjørdist Helgi Dam Ziska. Hann misti bert hálvt stig alla kappingina, og hetta var ikki fyrr enn í seinasta umfarinum, so gullmerkið varð her tryggjað í góðari tíð.
Og hjá eldrabólkinum vann Gunnar Joensen. Hann fekk trý stig fyri síni fýra talv, og tað megnaði eingin av kappingarneytunum. Nummar tvey gjørdust Justinus Hansen og Helgi Joensen, sum fingu hálvt-triðja stig hvør.