Konseptbilurin Skoda Roomster varð fyrstu ferð sýndur fram á Frankfurt Motorshow í 2003 sum ein minivan.
Lidni bilurin verður alment sýndur fram á altjóða bilaframsýningini í Geneve sum letur upp síðst í hesum mánaðinum. Bilurin verður framleiddur á eini nútímans verksmiðju í Kvasiny í Kekkia. Hetta er sama verksmiðja, sum framleiðir luksusbilin Skoda Superb.
Skoda Roomster verður bygdur yvir ein felags Skoda/VW plattform. Designið er smart, og bilurin verður praktiskur og familjuvinarligur. Tá hesin kemur, verða fýra ymisk Skoda-modell á marknaðinum, luksusbilurin Skoda Superb, miðalklassabilurin Skoda Octavia, tann minni Skoda Fabia og so Roomster, ið er tann einasti, sum ikki er ein vanligur sedan ella stationcar.
Tað mest sermerkta við bilinum er innrættingin. Roomster kann lættliga gerast um til vøruvogn. Innrættingin verður sera liðilig, t.d. kunnu baksetrini flytast heilar 75 cm aftur og fram. Bilurin verður stuttur og lutfalsliga breiður, umleið 4 metrar langur og yvir 180 cm breiður.
Motorskráin umfatar tríggjar bensin- og tríggjar dieselmotorar. Eisini verður møguleiki fyri automatgirum.
Bilurin kemur á marknaðin í flestu evropeisku londunum í summar, men verður ikki í Danmark og í Føroyum fyrr enn síðst í hesum í árinum.
.